Kári P. Højgaard
Tá samgongan legði uppskot fyri tingið, um at veita rækjuflotanum stuðul, var grundgevingin, at neyðugt var at stuðla hesi vinnu. Føroyingar høvdu vunnið sær søgulig rættindi og nú var vandi fyri, at vit framyvir fóru at missa hesi, um veiðumøguleikarnir ikki vóru troyttir.
Tíverri má ásannast, at rækjuvinnan er í svárari kreppu, nú er bert eitt skip er eftir til fiskiskap. Tað sum kann undra ein er, at uppskot er lagt fyri løgtingið um eykajáttan (lógarbundin játtan) við hesum, eftir míni meting misvísandi viðmerking.
Upprunaliga varð mett, at neyðugt var við einari játtan uppá 10 mió. kr. í 2005. Fleiri skip hava ikki verið eins nógv í fiskiskapi hesa seinastu tíðina, sum tey vóru fyrru hálvu 2005. Nýggjar metingar vísa, at neyðugt verður við einari játtan í 2005 uppá 7,7. mió. kr.
Hví verður ikki sagt, at flestu skip eru løgd og manningarnar uppsagdar. Nú verður eftir stuðulslóg samtykt 14. maj 2005 við afturvirkandi kraft til 1. januar 2005, goldið út til skip, sum eru løgd og/ella flagga út. Bert tað eina rækjuskipið er eftir í vinnu, og kundi ein tí hugsa, at ætlaði stuðulin skuldi verða til at halda lív í rækjuvinnuni, so okkurt skip hóraði undan og kundi fiska ma. rækjurnar í Eysturgrønlandi.
Hvussu verður við hesum rættindunum. Má framhaldandi gjaldast fyri at sleppa at fiska hesar rækjur tá skip, ið hava fingið ávísa kvotu tillutaða, eru løgd ?
16 løgtingslimir atkvøddu fyri stuðulsuppskotinum, ein atkvøddi blankt og 9 vóru ímóti.
Sjálvstýrisflokkurin atkvøddi ímóti.
Kundi skylt at ein ávísur logikkur var í øllum, um stuðulin varð galdandi frá tí degi, lógin varð kunngjørd tvs. í maj.
Tann avgerandi spurningurin er. Hvat ágóða fær samfelagið av at gjalda rokningar aftur til 1. januar fyri skip, sum ikki eru í vinnu?