Hvar varð nýggjársaftan hildin?
- Dagurin varð hildin her við Gjógv. Hetta plagar altíð at vera eitt sera friðarligt kvøld, tí her er ikki so nógv fólk.
Sofus Debes Johannesen sigur, at hann plagar at keypa eitt stórt fýrverksbattarí, sum verður fest í um midnáttarleitið uppi á Gjónni.
- Síðan plaga vit nøkur fá at hugna okkum saman eina løtu.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2023?
- Tað kann viðhvørt vera torført at seta orð á eitt einstakt, ið var tað besta. Men, eg gjørdist í 2023 ommubeiggi at tveimum sera fittum smádreingjum, og haraftrat gleðist eg um tíðindini fyri nøkrum døgum síðan, at Oyggjaleikirnir verða í Føroyum longu í 2027.
Hvat var tað keðiligasta?
- Av keðiligum fari eg at nevna, at vit mistu pápabeiggjan í ár, og haraftrat eru nógv farin, sum eg kendi, harav nøkur alt ov ung!
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Havi sum prinsipp ikki at geva nýggjárslyfti, tí tey plaga ikki at halda januarmánað út. Kann geva okkurt lyfti aðrar tíðir á árinum. Onkuntíð heldur tú tey, men oftast enda tey sum nýggjárslyftini - í onkrari skuffu.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024?
- Eg vóni, at tað fer at ganga væl við judo í Føroyum og hjá EB/Streymi. Annars vóni eg, at eg og míni - og øll onnur - hava góða heilsu. Hevur tú lív og heilsu, skalt tú vera nøgdur, sigur Sofus Debes Johannesen.