Fleiri feløg standa uttan venjara til komandi kappingarár. Eitt av teimum feløgunum, sum ikki hevur tikið avgerð enn, er NSÍ. Sáttmálin við núverandi venjaran, Sámal Erik Hentze, gongur út eftir hetta kappingarárið, men er enn ikki longdur.
Nú ljóðar, at Glenn Ståhl er upp á tal í Runavík. Hann hevur í ár klárað seg væl sum venjari hjá Suðringum, har hann hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram. Síðani hevur verið spurt, um hann er áhugaður at verða verandi í Føroyum. Tað hevur hann ikki avvíst.
Tað hevur leingi ljóðað, at Sámal Erik Hentze ikki heldur fram í NSÍ. Sjálvur sigur hann, at hann ikki hevur tikið støðu, men nógv bendir á at NSÍ og Sámal Erik Hentze ikki riggar so væl, sum tað sá út á pappírinum. Hann hevur síðani verið settur í samband við Víking, sum hann gjørdi til FM-vinnara í 2016 og 2017.
Í dag skrivar fótbolti.net, at Guðjón Tórðarson, sum er fyrrverandi íslendskur landsliðsvenjari, er á veg til føroyska fótbólt, men tað er ikki greitt hvørji feløg eru eftir hinum. Bolt.fo sigur, at hann er upp á tal í 07 Vestur. Her kundi NSÍ eisini verið ein møguleiki. Tað ljóðar eisini fyri vist, at Maurice Ross hevur verið í samráðingum við NSÍ, men at tað fyribils ikki verður til nakað.
Av feløgunum, sum spæla í Betri deildini í ár, so eu tað Suðringar, NSÍ, Víkingur og 07 Vestur, sum ikki hava sett venjara fyri komandi kappingarár.