ES-londini eru vorðin samd um at taka handilstiltøkini ímóti Libya av, nú stýrið í Tripoli er sinnað at samstarva við Vesturheimin. Tann endaliga avgerðin verður kortini ikki tikin fyrr enn seinni.
Italia vil ikki einans hava handilstiltøkini sett úr gildi. Italia hevur stórar trupulleikar av flóttafólki, sum koma um Miðjarðarhavið, og stjórnin í Rom vil tí eisini hava ein sáttmála við Libya um flóttafólkini. Sum samsýning hava teir italsku myndugleikarnir boðið sær til at lata Libya ymsa tekniska útgerð, so myndugleikarnir har kunnu halda eygað við flóttafólkunum, áðrenn tey leggja frá landi.
Fyrr í vikuni kunngjørdi amerikanska stjórnin, at hon hevur sett handilstiltøkini ímóti Libya úr gildi, aftur fyri at landið hevur slept øllum ætlanum um at útvega sær hópoyðingarvápn.