Føroyar eru á fyrsta sinnið farnar undir at mynda sína egnu útlendingalóg. Samstundis sum umboð fyri politisku flokkarnar arbeiða við at endurskoða lógina, hevur løgmaður útskrivað nýval, og politiska ábyrgdin fyri útlendingaøkinum er tí bæði søgulig og stór.
Kjakið millum politikarar hevur longu tikið seg upp, bæði á teimum sosialu miðlunum og í tíðindunum. Orðingin gongur aftur: ”Lógin skal vera bæði strangari og smidligari.” Hvat hetta ítøkiligt merkir, er enn rættiliga ógreitt. Men í retorikkinum hoyrist ein afturvendandi boðskapur um, at ein meira kontant leið skal veljast – ein leið, sum enn ikki er greitt útgreinað, men sum skal tryggja og sissa tey, ið óttast gongdina.
Fleiri í Føroyum ynskja strangari reglur fyri, hvør fær varandi bústað í Føroyum. Tosað verður um vandan fyri broyting í fólkasamansetingini, um vandan at missa føroysku virðini og vandan fyri paralellsamfeløgum, um gongdin fer skeiva vegin.
Kjakið setur karmar fyri, hvussu tey fólkavaldu umtala tilflyting og integratión. Og politikarar skulu bæði vinna álit og atkvøður og samstundis taka ábyrgd av avleiðingunum av sínum avgerðum, sum verða smíðaðar í lóg. Ein lóg, sum vónandi verður menniskjaliga tilvitað og haldgóð, og sum megnar at sameina búskaparliga framgongd við veruliga sosiala integratión.
Fólk í Føroyum hava higartil kanska fingið eina heldur ógreiða brøkmynd av støðuni á útlendingaøkinum og síðan eina ábending um, hvønn veg vindurin blæsur. Hetta ger, at val og frával á útlendingaøkinum hvørki eru sjónlig fyri veljarunum ella politikarunum sjálvum. Soleiðis hevur veljarin tað ringt við at eyðmerkja hvør flokkur og politikari er brennivargur ella sløkkilið fyri síni søk.
Nær er politiska orðaskiftið nóg búgvið at tosa um børnini hjá tilflytarum?
Sigast skal, sum er, at vit í roynd og veru vita lítið um integratión av tilflytarabørnum í Føroyum. Vit hava gransking um málmenning, faklig krøv og mannarættindi hjá tilflytarabørnum í skúlaskipanini – evni, sum eru týdningarmikil fyri integratión. Men beinleiðis vitan um, hvat fremur ella forðar fyri integratión hjá børnum í føroyskum høpi, er sera avmarkað.
Hetta ger tað torført hjá øllum – eisini politikarum – at taka lut í einum upplýstum orðaskifti og seta greið mál fyri leiðina fram. Kortini er neyðugt, at kjakið verður tikið nú. Føroyingar skulu fyri fyrstu ferð veruliga seta sín egna dám á eina lóggávu, sum higartil hevur verið umsitin í Danmark.
Nýliga fráfarna samgonga samtykti eina integratiónslóg fyri Føroyar, har ymsir avvarðandi partar á barna- og tilflytaraøkinum vóru hoyrdir í lógararbeiðinum (Proposal for Parliamentary Act on Integration, s. 15–16). Í sambandi við møguliga enduskoðan av útlendingalógini er tað viðkomandi at tryggja eina breiða hoyring og viðgerð við luttøku frá viðkomandi fakligum og samfelagsligum aktørum.
Henda greinin tekur ikki støðu til, hvørt Føroyar skulu hava fleiri ella færri tilflytarar. Greinin snýr seg um ábyrgdina, vit hava, tá vit áseta treytirnar fyri tey, sum longu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum, og um hvørjar avleiðingar hesar treytir kunnu fáa fyri børnini.
Her eru trý evni, sum eg meti eiga at verða umrødd viðvíkjandi barnafamiljunum hjá tilflytarum, sum vit hava her á landi:
- 40-tíma kravið kann gera støðuna hjá útlendskum barnafamiljum ótrygga
Ein avbjóðing, sum beinleiðis rakar barnafamiljur, er kravið um, at foreldrini skulu arbeiða í minsta lagi 40 tímar um vikuna. Sambært tilflytarum, sum eg havi tosa við í eini kanning, eg havi gjørt, eru dømir um, at tilflytarar, sum hava arbeitt færri enn kravdu 40 tímarnar eina viku, verða noydd at fara av landinum, og sostatt skulu byrja leiðina móti varandi uppihaldsloyvi av nýggjum, um tað er tað, tey ynskja. Hetta er eingin ynskistøða hjá nøkrum.
Her er týdningarmikið at hava í huga, at børnini eru bundin at arbeiðs- og uppihaldsloyvinum hjá foreldrunum. Verður eitt foreldur sent av landinum, fylgja børnini við, óansæð, hvussu væl tey eru komin fyri seg í skúlanum og sosiala lívinum.
Hetta stendur í mótsøgn til aðrar tilflytingarhættir til Føroya, sum eru fevndar av lagaligari lóggávu við atlit til ymiskar orsøkir til tilflyting, til dømis familjusameining og friðskjól. Eisini stendur hetta í mótsøgn til Føroya støðu í mun til integratión. Ein grundleggjandi tryggleiki er ein fortreyt fyri, at familjur, sum eru komnar til Føroya, kunnu integrera seg, læra málið, skapa djúp sambond og njóta ágóðan av okkara virðum.
Harafturat skal havast í huga, at summir tilflytarar eru í vinnum við skiftandi arbeiðstíðum og ótryggum setanum. Í slíkum førum er tað ikki altíð realistiskt at røkka júst 40 arbeiðstímum hvørja einastu viku alt árið. Hetta ger støðuna hjá hesum familjunum ótrygga. Starvsfólk kunnu kenna seg noydd at taka yvirtíð ella góðtaka vánaligar treytir vegna ótta fyri uppsøgn, tí ein uppsøgn hevur beinleiðis avleiðingar fyri uppihaldsloyvið og sostatt fyri familjuna.
Tó vera gjørdar regluligar eftirlitsvitjanir viðvíkjandi arbeiðsfólkum við arbeiðs- og uppihaldsloyvum við stakroyndum á arbeiðsplássum (KVF, 2023). Hetta vísir, at myndugleikarnir taka málið í álvara. Kortini broytir tað ikki ta grundleggjandi ótryggu støðuna, sum barnafamiljur kunnu koma í, tá uppihaldsgrundarlagið er so tætt tengt at tí einstaka kravinum um arbeiðsloyvi.
- Familjusameining eftir trimum árum og møguligar avleiðingar fyri barnið
Avbjóðingarnar hjá tilflytarabørnum eru fjølbroyttar og samansettar. Tey byrja ikki bara í einum nýggjum flokki – tey koma til eitt nýtt og fremmant land við fremmandum fólki, fremmandum máli og fremmandari mentan. Tey skulu finna fótafesti í einum fremmandum sosialum veruleika og samstundis menna og endurskapa sín samleika.
Foreldrini standa í eini líknandi støðu. Tey skulu sum arbeiðsfólk laga seg til eitt fremmant samfelag sum einstaklingar og sum foreldur. Hetta er ein stór broyting í lívi teirra, og eru greiðar ábendingar í gransking um, at fyrsta tíðin hevur avgerandi týdning fyri, hvussu væl integratiónin eydnast.
Politiska uppskotið um, at tilflytarar skulu bíða í trý ár, áðrenn tey kunnu fáa maka og børn higar til landið, er ikki bara eitt búskaparligt val, men tað er eisini eitt etiskt val. Tað er her týdningarmikið at gera mun á familjusameining við maka og familjusameining við børnum, tí hesi málini hava ymiska etiska tyngd. Ein tyngd, sum higartil hevur verið lítið viðgjørd í politiskari umrøðu.
Um foreldur arbeiða í Føroyum í fleiri ár, meðan børn teirra eru eftir í heimlandinum, kann hetta hava álvarsligar avleiðingar fyri tilknýti, trivnað og búning.
Sambært § 19, stk. 1 og 3 í barnaverndarlógini kann foreldramyndugleikin takast frá foreldrum, um barnið er fyri vanrøkt ella vantandi umsorgan, sum setur heilsu og búning í vanda. Hóast henda lóggávan er ætlað øðrum samanhangi, vísir hon, at føroyska lóggávan leggur stóran dent á barnsins tryggleika og umsorganarstøðu.
Tað er ikki nøktandi at vísa á, at ábyrgdin liggur hjá foreldrunum sjálvum. Tá hægsti myndugleiki í Føroyum velur at seta slíkar treytir, ber samfelagið eisini ábyrgdina fyri teimum avleiðingum, sum standast av hesum vali.
Tað eru eisini ásettar inntøkutreytir fyri familjusameining. Kravið er umleið 32.000 kr. um mánaðin fyri einligan uppihaldara, ið ynskir at fáa fyrsta barnið higar, umframt umleið 4.700 kr. um mánaðin afturat fyri at fáa tað næsta barnið higar, og umleið 44.000 kr. um mánaðin fyri at fáa maka og eitt barn higar. Hetta gevur meining, tí eitt gott fíggjarligt grundarlag krevst fyri at taka sær av einum barni.
Í hesum sambandi kann verða spurt, hvussu ein trý ára bíðitíð samspælir við meginregluna um barnsins besta, og hvussu føroyska samfelagið ynskir at skipa treytirnar fyri teimum, sum fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Ein grundgeving fyri bíðitíðini kann vera, at børnini kunnu fáa umsorgan í heimlandinum frá øðrum familjulimum, so sum ommum, abbum ella øðrum avvarðandi. Men hvussu tryggja føroysku myndugleikarnir, at hetta í veruleikanum er støðan?
Ein onnur grundgeving kann vera, at foreldrini kunnu stuðla fíggjarliga við at senda pengar heim. Men vit hava einki skipað innlit í, hvussu hetta riggar í praksis, og tí eiga vit at vera varin við at smíða lóggávu grundað á slíkt uppáhald.
Ein triðja grundgeving er, at trý ár í Føroyum gevur foreldrunum betri møguleikar at skapa støðugar og góðar karmar fyri børnini. Tað kann tykjast skilagott. Men tað er vert at spyrja, um vit kunnu vera so vís í, at avbjóðingarnar ikki gerast størri, tá ið familjan hevur verið sundurlisin í trý ár. Skilnaðurin frá primeru umsorganarpersónum í longri tíð kann ávirka sambandið og trivnaðin, ið kann seta størri krøv til skúlar og aðrar sosialar stovnar, sum skulu taka ímóti børnunum og stuðla teimum í eini krevjandi tillaging. Harumframt havi eg fingið upplýst frá fólki innan skúlaøkið, at avbjóðingarnar ofta gerast størri, tá ið tilflytarabørn koma til Føroya eftir 5. flokk, bæði tí at aðrar samspælsreglur eru galdandi, og tí at útlitini fyri at læra føroyskt mál gerast munandi verri.
Kjakið um familjusameining fevnir tí bæði um arbeiðsmarknað, búskap og integratión, men eisini um familjulív og barnsins trivnað. Ein heildarmeting krevur, at øll hesi viðurskifti verða tikin við í endurskoðanini av lóggávuni.
- Óviðgjørdar avbjóðingar hjá tilflytarabørnum kunnu elva til disintegreraði ung fólk
Bæði almennir og kommunalir stovnar uppliva vaksandi trýst í kjalarvørinum av øktari tilflyting. Sambært Sólruni Foldbo, fakligum stjóra í Gigni, hava fleiri barnafamiljur við tilflytarabakgrund serligar avbjóðingar tengdar at einsemi, strongd, avmarkaðum málkunnleika og mentanarmunum. Hetta kann føra til tørv á fleiri og longri vitjanum í heilsuskipanini (KVF, 2025).
Í frágreiðingini hjá Barnaverndarstovuni fyri 2023 vísir leiðarin, Oddbjørg Balle, á, at barnaverndarmál við útlendskum børnum ofta eru serliga krevjandi orsakað av málsligum og mentanarligum munum (s. 6). Hetta kann gera samskifti og samstarv torførari og krevur serligan førleika og tilfeingi.
Støðan í skúlaverkinum er eisini krevjandi. Umboð fyri Føroya Lærarafelag, Bergur Samuelsen, vísir á, at avmarkaðu 20–30 serstøku tímarnir í føroyskum bert eru eitt ”plástur á sárið.” Tað tekur vanliga fleiri ár at ogna sær eitt mál á tí stigi, har næmingurin bæði skilur og dugir at nýta málið fakligt. Harumframt kann avmarkaður málkunnleiki í donskum gerast ein forðing á miðnámi, har stórur partur av fakbókmentunum er á donskum (Føroya Lærarafelag, 2026).
Gransking hjá Kalpanu Vijayavarathan-R, dekani á Fróðskaparsetri Føroya, vísir á, at tørvur á einum skipaðum og samanhangandi landspolitikki á økinum førir til, at skúlar ofta mugu taka í nýtslu fyribils- og ósamskipað “ad hoc”-tiltøk. Sambært gransking kann hetta hava neiliga ávirkan á inklusjónina, tí næmingar kunnu uppliva ótryggleika og útihýsan orsakað av mál- og mentanarforðingum. Somuleiðis kann tað ávirka arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum og minka um møguleikan at byggja upp eitt gott og trygt læruumhvørvi (Vijayavarathan-R, 2024, s. 79–80).
Norðurlendska netverkið fyri lívlanga læring (NLL) hevur harumframt varpað ljós á støðuna hjá sokallaðum “NEETs,” sum eru ung í aldrinum 15–29 ár, sum hvørki eru í útbúgving, læru ella arbeiði. Hesin bólkur verður mettur sum serliga útsettur, tí veikt samband við útbúgvingarskipan og arbeiðsmarknað kann hava langtíðar avleiðingar bæði fyri einstaklingin og samfelagið.
Møguligar langtíðaravleiðingar
Í løtuni kunnu tilflytarabørn fáa góðskrivað føroyskt og danskt í endaliga 9. floks próvnum, hóast tey ikki hava ognað sær fullgóðan førleika í málunum. Hetta kann hava týdning fyri teirra víðari útbúgvingarmøguleikar, serliga á miðnámi.
Sambært fólkaskúlalærara við drúgvum royndum við tilflytarabørnum, sum eg havi tosa við, vísa royndirnar, at tað hevur stóran týdning fyri málmenningina, at børn koma til landið áðrenn 6. flokk. Eftir hetta minka møguleikarnir munandi at ogna sær føroyskt á einum nøktandi fakligum stigi, og sostatt gerst tað eisini truplari at fáa ein realistiskan møguleika at læra danskt.
Hesum royndum tekur gransking undir við. Ein stór netkanning við nærum 670.000 luttakarum vísir, at hóast førleikin at læra málfrøði er lutfalsliga sterkur heilt upp í umleið 17 ára aldur, eru fortreytirnar fyri at røkka móðurmálslíknandi førleika, at børn longu áðrenn 10–12 ára aldur verða partur av einum umhvørvi, har málið verður talað dagliga (Hartshorne, Tenenbaum & Pinker, 2018).
Eitt jaligt stig rætta vegin er, at arbeitt verður við at menna eina skipan á Nám X til komandi skúlaár, sum kann bjóða føroyskt sum annað mál (FSA). Hetta kann styrkja fakligu fortreytirnar hjá tilflytaranæmingum og geva teimum eina greiðari útbúgvingarleið.
Samstundis vísir granskingin, at tað ikki er nóg mikið at læra málið fyri at verða inkluderaður. Erika Anne Hayfield, lektari í samfelagsvísindum, vísir á, at avbjóðingarnar eru eisini knýttar at manglandi atgongd til sosial netverk, arbeiðsmarknað og skipaðar samfelagsligar skipanir, og at hetta hevur við sær, at tilflytarar uppliva marginalisering og manglandi rødd (Hayfield, 2024). Ein heildar integratiónspolitikkur eigur tí at fevna um bæði mál, útbúgving, arbeiðsmarknað og sosiala luttøku.
Fyribyrging og skipað átøk
Fyribyrging og tíðliga at seta inn eru bæði menniskjaliga og búskaparliga skilagóð. Ein skipaður og samanhangandi leistur, har barnagarðar og skúlar fáa neyðugt tilfeingi og fakligan stuðul, kann styrkja inklusjónina. Dagstovnaøkið og Fólkaskúlin eru teir mest týðandi sosialiserandi stovnarnir í Føroyum, og hava teir tí stóran týdning fyri, at børn og ung fáa ein tryggan gerandisdag, læra málið, menna sosial sambond og skapa tilknýti til føroyska samfelagið.
Í hesum sambandi kunnu vit hyggja eftir royndum úr øðrum londum, eitt nú Íslandi, har skúlar í størri mun hava atgongd til tvørfakligan stuðul sum sálarfrøðingar og mentorar. Slík skipan, har byrjað verður tíðliga at fyribyrgja, kann helst minka um tørvin á uppíblanding frá fleiri øðrum sosialum myndugleikum og kostnaðarmiklum tiltøkum. Somuleiðis kunnu vit í størri mun fyribyrgja at tað verða skaptir áðurnevndu ”NEET’s” millum tilflytarar. Tí er tað eisini misvísandi, tá ið politikarar tosa um týdningin av integratión á tí eini síðuni og síðan útseta familjusameining í trý ár, á hini síðuni, ið kann elva til, at fleiri børn koma til landið, tá fortreytirnar fyri mállæru og sosialari integratión eru tað verri.
Integratión er ikki eitt sokallað ”zero-sum”-spæl. Væleydnað integratión er ein vinningur fyri bæði føroyska samfelagið og tilflytarar búskaparliga, mentanarliga og sosialt.
Granskingin hjá Zoë Irving av vælferðarskipanum í smáoyggjasamfeløgum varpar ljós á møguligu fyrimunirnar hjá smásamfeløgum sum Føroyar, eitt nú at fáa meira beinleiðis politiska luttøku og smidligari politiska ávirkan vegna styttri fjarstøðu í landinum og djúpari og tættari sambond millum borgarar (Irving, 2011, s. 229 & 232). Hesir fyrimunir kunnu tó bert gagnnýtast til fulnar, um politikarar taka útlendingaøkið í álvara og skipa politisk átøk sum eru samanhangandi og miðvís í mun til tær bygnaðarligu- og sosialu avbjóðingarnar, sum tilflytarar og børn teirra møta.
Tá nýggj útlendingalóggáva verður smíðað, eigur kjarnin greitt at vera, at tryggja karmar fyri børnini frá byrjan. Tað krevur íløgur og tol, og úrslitini síggjast ikki beinanvegin.
Tað snýr seg ikki um, hvat tað kostar at seta børnini í miðdepilin. Tað snýr seg um, hvat tað kostar at lata vera. Tað, vit velja at gera rætt frá byrjan, kann spara samfelagnum fyri størri sosialum og búskaparligum útreiðslum seinni. Vinningurin kemur kanska spakuliga, men hann kemur.
Gott val.
Vilhelm Bergsson, masterlesandi í samfelagsvísindi og stjørnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya
Keldur:
BVS (2023). Frágreiðing frá Barnaverndarstovu Føroya fyri 2023: Grundað á hagtøl frá barnaverndartænastunum og Fosturforeldraskipanini. Barnaverndarstova Føroya.
Føroya Lærarafelag (2026). Føroyskt sum annaðmál – hvussu er støðan? Føroya lærarafelag. Les greinina her: https://www.lararafelag.fo/tidindi/2026/februar/foeroyskt-sum-annadmal-hvussu-er-stoedan/.
Hartshorne, J. K., Tenenbaum, J. B., & Pinker, S. (2018). A critical period for second language acquisition: Evidence from 2/3 million English speakers. Cognition, 177, 263–277.
Hayfield, E. A. (2024). Borgaraskapur uttan luttøku og uttan rødd. Fróðskaparsetur Føroya. Tikið úr www.setur.fo (opna 26.02.2026): https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/borgaraskapur-uttan-luttoeku-og-uttan-roedd.
Irving, Z. (2011). Curious cases: small island states’ exceptionalism and its contribution to comparative welfare theory. Sociological Routes and Political Roots. The Sociological Review. Volume 58(2), pp. 225-245.
KVF (2023). Regluligt eftirlit er við arbeiðs- og uppihaldsloyvum. Kringvarp Føroya. Sí greinina her: https://kvf.fo/greinar/2023/02/02/regluligt-eftirlit-er-vid-arbeids-og-uppihaldsloyvum.
KVF (2025). Gigni: Útlendsk børn krevja meira av heilsufrøðingum. Kringvarp Føroya. Sí greinina her: https://kvf.fo/greinar/2025/11/24/gigni-utlendsk-born-krevja-meira-av-heilsufrodingum.
Løgtingið (2023). Proposal for Parliamentary Act on Integration. Løgtingið.
Vijayavarathan-R, K. (2024). Inclusive education as human rights for immigrant students in Faroese compulsory schools – a desktop study of Faroese policy documents and current Faroese research in the field. Fróðskaparsetur Føroya. Í: Fróðskaparrit 70 (2024), nr. 2: pp. 60-89 Human Rights and the Faroe Islands. Fróðskaparsetur Føroya.











