Góð lýsing fyri Føroyar í týskum sjónvarpi

Tey eru bæði og reka seyð og drepa grind, men í hesum føri sleppa føroyingar upp í part

 

Nú fer týska sjónvarpsrásin,SWR, at senda eina sending um Føroyar og um føroyingar.

 

Tað var fyri einum ári síðani, at fólk frá týsku rásini vóru í Føroyum og úrslitið verður víst í sjónvarpinum í seinnapartin morgin.

 

Sendingin er ein góð lýsing fyri Føroyar og týsku sjónvarpsfólkini koma víða um. Tey kava eftir øðum við Birgiri Enni og tey eru í Stóru Dímun og tosa við fólkini har um lívið á hesum sermerkta staði.

 

Tey eru eisini í Gásadali og reka og tey vitja sniðgevararnar Guðrum og Guðrun.

Tey tosa somuleiðis við Teit Lassen, tey eru á G festivalinum, og eitt brot er eisini um føroyska hummaran, sum er í slíkum serflokki, at russiski forsetin, Putin, fær hummara úr Føroyum.

 

Tey vitja eisini fiskavirki, har tey tosa við Jens Martin Knudsen – ikki um fótbólt, men um fisk og tey vitja á Høvdavirkinum á hagaleiti.

Men í hesum døgum er kanska mest áhugavert, at týsku sjónvarpsfólkini gera nógv burtur úr grindadrápi.

Men i hesum førum eru tað grindamenn, sýslumaður, lívfrøðingur, og onnur, sum sleppa fram at mikrofonini at siga sína hugsan um grind.

Tey eru eisini á ferð við Norðlýsinum, í konsert í einum helli á Hesti, og har verður borðreitt við stoktum tvøsti, áðrenn tey enda rundferðina á ólavsøku.


Sjónvarpssendingin er næstan trý korter og hon kann síggjast við at trýsta HER