Við gudstænastuna í Gøtu kirkju í morgun varð nýggja urgan í kirkjuni tikin í nýtslu. Talan er tó ikki um eina nýggja urgu, men um urguna, sum hevur verið í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn síðani 2002 og áður í Ängelholms kyrka í Ängelholm í Skåne í Svøríki.
Tað er Wilhelm Hemmersam (1913-1991), sum hevur bygt urguna. Upprunaliga varð hon bygd til Ängelholm kirkju í suðursvøríki í 1960. Hon varð tikin niður og flutt til Samuelskirkjuna í Keypmannahavn í 2002. Wilhelm Hemmersam intoneraði eisini urguna – tað er at geva pípunum í somu stemmu einsljóðandi klang.
Wilhelm Hemmersham er eisini kendur í Føroyum og hevur bygt fleiri urgur her á landi, eitt nú hana í gomlu Gøtu kirkju og gomlu urguna í Fuglafirði. Hann var serliga kendur fyri at duga væl at intonera urgur. Urgan sigst verða ein av yndisurgunum hjá Finn Viderø, sum var ættaður úr Føroyum. Hann var fyrsti kendi organistur úr Danmark úti í heimi.
Urgan er ein mekanisk urga við trimum manualum og pedal. Hon hevur 34 stemmur, og er hetta tí nú størsta urgan í landinum.
Í sambandi við at urgan nú er sett upp í Gøtu, er hon høvuðsumvæld og hevur harumframt fingið nýmótans tøkni til stýring av ymisu stemmunum. Í Føroyum er hetta eisini einasta urgan, sum kann registrera elektroiskt við nýggju tøknini.