- Tær almennu rakstrarútreiðslurnar vaksa við himmalrópandi ferð, og tað er fullkomiliga burturvið, heldur formaðurin í Sambandsflokkinum.
- Tað er ørskapur at lata almennu rakstrarútreiðslurnar vaksa so nógv, tá privata vinnulívið og handilslívið hevur tað gott, sigur Edmund Joensen.
Hann vísir á, at vøksturin í rakstrarútreiðlunum er einar 400 milliónir í ár, og tá tað eisini verið tikið við í myndina, at landskassin er sloppin undan rentuútreiðslum í sambandi við bankamálið, er talan um ein vøkstur upp á næstan 600 milliónir.
- Hetta má verða størsti vøksturin í Føroya søgu og boðar frá eini hættisligari búskapargongd. Her eru ongar sparingar í rakstrinum, men til dømis bara ein støðug hækking av útreiðslunum til umsitingina, sigur Edmund Joensen
Eingin uppsparing
Hóast seinastu fíggjarlógirnar hava givið fitt yvirskot, saknar Edmund Joensen at síggja nógv umtalaðu uppsparingina hjá landskassanum.
- Innistandandi í Landsbankanum er vaksið við umleið 250 milliónum síðani hetta landsstýrið tók við í 1998, og tí má eg spyrja, hvar uppsparingin, sum skuldi verið gjørd í hesum gullárunum hjá føroyska búskapinum, er.
Edmund Joensen heldur, at landsstýrið roynir at fáa fíggjarlógina at síggja betri út, enn hon í veruleikanum er.
- Avlopið verður sagt at verða 481 milliónir, men tað er áðrenn avdráttir, og tí er veruliga avlopið 347 milliónir. Tá vit so av royndum vita, at landsstýrið støðugt kemur við eykajáttanarlógum gjøgnum árið, er myndin ikki so ljósareyð, sum landsstýrið vil gera hana til, sigur Edmund Joensen.
- Tá vit so eisini hugsa um, at landsstýrið ætlar at loysa og avskaffa ríkisveitingina, ber til at staðfesta, at so er liðugt við vælferðarsamfelagunum og íløgum í tunnlar og annað. Tað prógvar hetta fíggjarlógaruppskotið.