Gongur strúkandi hjá Atlantic Petroleum

Oljufelag Tað gongur væl hjá føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum staðfestir Ben Arabo, sum tók við sum stjóri í felagnum fyri tveimum mánaðum síðani.

Hann hevur arbeitt í olju­vinnuni síðani miðskeiðis í 90-árunum. Seinastu árini hevur hann arbeitt hjá amerikanska oljufelagnum Amerada Hess í Føroyum, í Bretlandi og í Indonesia. Síðani august í ár hevur Ben Arabo havt sín arbeiðsdag á skrivstovuni hjá Atlantic Petroleum í Havn.
Hóast stórar avbjóðingar bæði í Bretlandi og Indonesia, so dylur hann ikki fyri, at honum dámar nýggja starvið sera væl. Hóast umhvørvið og umstøðurnar eru nógv øðrvísi enn tað hann kennir til í London og Djakarta, so er tað ikki so nógv øðrvísi at arbeiða í oljuvinnuni í Føroyum enn í útlandinum.
– Tað er sjálvandi nógv øðrvísi at arbeiða í einum lítlum felag, har tað bara eru nøkur fá fólk. Men at reka eitt oljufeløg er ikki so nógv øðrvísi. Talan er um tað sama, framleiðslu, leit­ing og keyp av loyvum. Avbjóðingin her er sjálvandi meira spennandi, tí tað er altíð meira spennandi at vera partur av einum lítlum felag og hava størri ávirkan á, hvussu tað gongur hjá tí felagnum. Tað er eisini nógv meira áhugavert hjá einum persóni at vera ein stórur part­ur av einum lítlum maskina­ríi enn ein lítil partur av ein­um stórum.

Støðan góð
Men hvussu er so støðan hjá felagnum spurdu vit nýggja stjóran!
– Felagið er í eini rættiliga góðari støðu í løtuni. Fram­leiðslan var 2871 tunnur um dagin í meðal í august. Verður sammett við januar í 2009 so er talan um eina øking uppá eini 80%. Felagið framleiðir olju úr tveimum feltum, so tað skuldi verið eitt sera gott fundament fyri víðari vøkstur. Og víðari vøkstur má eisini vera málið, tí einhvør framleiðsla er tíðaravmarkað.
Ben Arabo hevur eisini orsøk til at vera nøgdur. Tey vænta eitt úrslit í ár áðrenn rentur og skatt uppá millum 90 og 110 milliónir kr. Tað byggir á eina framleiðslu uppá millum 850.000 og 930.000 tunnur av olju um árið.
Skrúva vit tíðina eitt ár ella so aftur, so var Atlantic Petroleum í sera tungum sjógvi við eini risastórari skuld. Eisini her er vend komin í.
– Higartil í ár hava vit afturgoldið omanfyri 96 mill. kr. í skuld, so tú kanst siga, at tað er eitt heilt annað felag. Hinvegin visti man jú, at man skuldi til at gjalda skuld niður, tá framleiðslan kom upp á eitt hægri støði. Bankaskuldin var samanlagt pr. 18. august 2010 íalt 187 milliónir, harav 22 milliónir stuttfreistað og 165 milliónir langfreistað. Pr. 21. desember 2009 var skuldin 284 mill. So tað er ein øgiliga stór niðurgjalding av skuld, sum er farin fram, og tað ger, at vit tosa um eitt heilt annað felag í dag, har menningarmøguleikarnir tí eisini eru heilt øðrvísi.
Ben Arabo vísir á, at felagið er komið hartil, at tað framleiðir olju og gass, og tað varð eisini málið í fyrsta umfari. Tað ber til at staðfesta, at tað gongur væl, og tað er ein góður pallur at byggja víðari uppá, tá man hevur eina fortjenastu. Tað eru nevniliga nógv feløg, sum eru í eini støðu, har tey hava nógvar møguleikar men mangla pengar, tí man er ikki byrjaður at framleiða olju og gass, ein støða, sum Atlantic Petroleum var í fyri nøkrum árum síðani.

Nýggir møguleikar
Nú felagið hevur eitt gott cashflow og pengar eru tey eisini farin at hyggja eftir nýggjum møguleikum.
– Vit vita hvør framleiðsl­an er og hvussu langt fram hon gongur, og so mugu vit vita, hvat so er at gera. Her má man so royna at leggja til við nýggjum loyvum og kanska hyggja eftir, hvat er á marknaðinum eisini við framleiðslu oø. sigur Ben Arabo og vísir á, at tað í løtuni er nógv til sølu í Norð­sjónum, og tí skulu tey bara hyggja at onkrum, sum hóskar til virksemi hjá føroyska felagnum.
Hyggja vit at framleiðsluni hjá Atlantic Petroleum kom­andi árini, so er greitt, at felagið fer at hava eina rímuliga framleiðslu í 2010 og 2011, og so mugu tey hyggja at, hvussu til ber at fáa eina framleiðslu longur fram í tíðina sigur nýggi stjórin.
– Verandi framleiðsla gong­ur nøkur ár fram, men hon minkar, og so vit skulu leggja nýtt til. Eitthvørt olju­felag má hyggja eftir leiti­loyvum, sum skulu tryggja framtíðina um 5-10 ár. Tað má man leggja til longu nú og harvið tryggja, at fram­leiðslan er á einum rímu­ligum støði eisini tá 2-4 ár eru farin.

Hyggja seg um
Støðan hjá Atlantic Petrole­um í dag er tann, at felagið um­framt at vera við í tveim­um loyvum í bretskum øki, er tað við í fýra loyvum í Før­oyum. Tað er tó rættiliga stórur váði knýttur at hesum loyvum, men gevur tað eitt gott úrslit, so kann tað gott vera rættiliga munandi.
– Vit hyggja eftir norð­ur­vestur Europa. Eftir Norð­sjónum, har framleiðsla er í løtuni. Vit hava so eitt fund, sum liggur nær feltunum, har vit framleiða í løtuni, og tað er nærliggjandi at vita, um tað man hevur og har rundan um er nakað, sum man kann leggja til, áðrenn man fer at hyggja nógv víðari. So tað er føroyskt og bretskt øki við hava fyrst í huganum, og so hava vit nøkur loyvi í Írlandi eisini leggur Ben Arabo aftrat. Hann leggur annars dent á, at hóast Atlantic Petroleum er eitt føroyskt felag, so skal tað helst ikki vera bundið at bara einum øki sum Føroyum. Men hann viðgongur tó, at tað hevði verið sera hugaligt, um olja verður funnin í Føroyum.

Nýggj leiðsla
Hvønn týdning heldur nýggi stjórin, at tað hevur havt fyri felagið, at man hevur skift partar av nevndini út og sett nýggjan stjóra?
– Tað hevur nokk ikki havt tann stóra týdningin enn. Eg eri so komin inn við nýggjum brillum, og eg eri nokkso spentur uppá uppgávuna. Eg síggi eisini ljóst uppá tað, tí annars hevði eg ikki sagt ja til hesa uppgávuna. Fundamentið hjá bæði mær og nevnd at byggja á er rættiliga gott, og tað bendir á, at ein stórur partur av teimum avgerðum, sum eru tiknar fyrr, eru ikki so galnar, tá man hyggur eftir, hvar framleiðslan í dag kemur frá, nevniliga teimum feltinunum, sum vórðu keypt í 2003.

Oljuvinna týdning
Hvønn týdning heldur Ben Arabo úrslitið hjá Atlantic Petroleum og ein oljuvinna annars hava fyri føroyska samfelagið, nú kreppa hevur verið og framvegis nervar samfelagið!
– Longu í dag er oljuvinna livibreyð hjá nokk so nógvum føroyingum. Oljuvinnan er ein vinna, sum antin so ella so er komin fyri at verða í Føroyum. Hjá einum felag sum Atlantic Petroleum er tað nokkso hugaligt, at man kann sita her í Føroyum og vinna pengar uppá oljuvinnu líka mikið, hvar tann oljan er framleidd. Og hví skal man ikki tað við at sita í Føroyum líka so væl sum at sita onkra aðrastaðni. Tá tað kemur til samfelagskreppuna, so vita vit, at heimurin brúkar olju óansæð. Hann brúkar kanska eitt sindur minni olju, tá man hevur niðurgangstíðir. Men vit eru bjartskygdir uppá sikt bæði viðvíkjandi eftirspurningi og prísi.

Oljuprognosa
Í hesi vikuni kom ein olju­prognosa frá Den Danske Bank, sum vísir, at við árs­enda verður oljuprísurin um 80 dollarar, og við ársenda næsta ár liggur hann millum 90 og 100 dollarar fyri tunn­una. Tað er sera væl í tráð við tær prognosur, sum Ben Arabo annars hevur hoyrt um oljuprísin, so hann sær rættiliga ljóst uppá fram­tíðina og heldur, at tað er eingin ivi um, at oljuvinnan er ein vinna, sum fer at kasta nokk so nógv av sær eisini framyvir, tá man hyggur at vinnuni sum heild.

Gott fundament
Vit spurdu at enda Ben Arabo, um vit fara at síggja nýggja stjóran gera tingini øðrvísi enn tann undanfarna leiðslan í felagnum?
– Tað fer tíðin nokk at vísa. Vit ætla okkum at gera tingini soleiðis, at tey eru í tráð við tað, sum er frægast fyri felagið og tað, ið vanligt verður gjørt í vinnuni. Eg fari at lata upp til onnur at meta um, hvussu leiðslan megnar hetta.
Men lat meg undirstrika enn einaferð, at fundamentið er gott at byggja víðari á. Eg eri ikki komin inn til eitt púra blankt pappír. Tað var eitt keyp í 2003, sum innihelt tey bæði feltini, sum framleiða í dag, ið nú er grundarlagið undir framleiðsluni. Og eg haldi, at støðan í dag vísir, at tað keypið var ikki so galið. Her er nógv gott at byggja á, og tað ætli eg at lyfta til fulnar.

Fyrilestur á Dansk Aktionesmesse
Ben Arabo helt ann­ars fyri­lestur á Dansk Aktioner­messe í Keypmannahavn hósdagin, har hann greiddi virkseminum og støðuni hjá felagnum. Atlantic Petrole­um hevur luttikið har áður, so Ben Arabo heldur, at henda messan er eitt gott høvi hjá sær sum nýggjum stjóra at koma á tal við nógvar av teimum privatu íleggjarunum. – So eg síggi fram til at siga teimum, hvar Atlantic Petroleum stendur í dag, og hvussu vit síggja framtíðina. Tað er eitt sindur øðrvísi bílæt í dag enn kanska fyri einum ári síðani. So tað er nakað eg síggi fram til at kunna umboða felagið segði stjórin við Sosialin undan partafelagsráðstevnuna.