Tað mesta, sum hoyrist, er einki. Friðurin er tað, ið ein best leggur merki til, tá ein situr uppi í Gásadali. Her í einastu bygd í landinum, sum ikki hevur vegasamband, er friðurin eitt tað besta, ferðamanninum verður boðið.
Ein spógvi og ein kálvur. Einr hundarúgva av hundum. Og so knappliga varð allur friðurin brotin av einum traktori, sum fór í gongd, tí nú skuldi grasið, sum sligið var, vendast. Men rímiligt. Har fólk er, skal arbeiðast, fyri at liviligt skal vera. Og Gásadalur er soleiðis skikkaður, at tað, sum livast skal av, má koma frá landbúnaðinum. Men lítið er fólkið, sum har býr, og ikki eru útlitini í løtuni naka serlig fyri, at fólkatalið fer at økjast.
Einasta arbeiðsplássið, umframt bøin, er tyrlupallurin. Farið varð einaferð undir at seta eina smoltstøð upp í Gásadali. Men tann ætlanin er av ymsum orsøkum steðgað. Har standa nøkur frágingin kør í dalinum, sum annars átti at verið eitt sera væl egnað stað til júst eina smoltstøð. Vatnið er nógv. Áin rennur, hóast turkur er um landið alt. Og avbyrgda støðan ger, at lætt átti at verið at hildið sjúkum burtur.
Ein spildurnýggj húsagrund er komin at standa í bygdini, Men her er talan um summarhús, sum býarfólk eru í ferð við at byggja í Gásadali. Eitt frálíkt stað hjá fólki, sum vilja sleppa undan býarinnar troðkan og larmi.
Í egnum landi
»Vit síggjast við endan á Bíggjarvegnum um einar 20 minuttir«, sigur Høgni, ferðaleiðarin, tá vit hittust á flogvøllinum, sum avtalað var.
Tað er Kunningarstovan í Miðvági, sum avtalað er við, hvar ein skal møta, áðrenn farið verður til gongu til Gásadals.
Ája, vit koma til Bíggjar. Har eru fleiri bilar væl av fólki. Ivaleyst eru tað útlendingar, verður hildið, sum ætla sær ein slíkan túr.
Men her fer blaðmaðurin skeivur. Her er bara talan um føroyingar, sum hava fingið tað frálíka hugskot at brúka summarið til ferðing í Føroyum. Leirvíksfólk. Familjur við børnum. Og sum skiltist, var hetta bara ein av fleiri túrum, hesi fólkini hava gjørt í summar. Tey hava verið bæði til gongu og á floti kring oyggjarnar, og tosað varð um, meðan vit riggaðu til, at farast skuldi aðrastaðni í landinum eisini.
Ferðaleiðarin var tann seinasti, sum kom. Hann hevði verið á hotellinum eftir matpakkum og kaffi, sum gongumaðurin fekk gleði av seinni á túrinum. Einir tveir norðmenn høvdu boðað frá, at teir ætlaðu sær við, men tá bíðað hevði verð eftir teimum eina góða løtu, varð valt at fara. So máttu teir bara koma aftaná, um teir veruliga ætlaðu sær vð. Teir komu ikki.
Farið varð so til gongu vanliga vegin niðan Gásadalsbrekkuna. Ferðaleiðarin hevði á orði, at ikki vóru allir vágamenn eins samdir um hetta navnið »Gásadalsbrekkan«. Men soleiðis verður tað vanliga nevnt á mannamunni. Og soleiðis stendur eisini á skeltinum, sum stendur við vegendan, har gongurtúrurin byrjar.
Har ber til at lesa eitt sindur um økið og túrin, vit skulu undir. Okkurt hendinga staðarnavn stendur eisini merkt, men tey eru fá.
Men útsýnið er vakurt. Inn eftir Sørvági sæst. Skerhólmur liggur har so einsamallur í kyrruni. Tað er so steindeytt, hóast harður streymur er, og hann fer sum áarfossur báðu megin Drangarnar. Tindhólmur liggur so blíðskortaður í góðveðrinum. Og hóast turkin, fólk gremja seg um, tykist hann rættiliga grønur. Ein bátur liggur fyri íla á Pollinum, so har eru menn ivaleyst á fleyg. Og Gáshólmur er har enn sum áður.
Vit fáa søguna um Eiriksboða, sum einki sæst til í hesum vælsignaða veðri, vit í dag hava. Og um, hvussu teir býttu landið í farnari tíð, tá Skerhólmur varð býttur móti Gáshólmi við sínum 16 veðrafrælsum. Men heldur varð Skerhólmur tikin fram um, tí kópurin var so nógvur tá. Og hann gav tað lýsið, brúkast skuldi til ljós tey myrku vetrarkvøldini, meðan arbeitt varð innandura. Jú víst vóru virðini onnur tá, enn tey eru nú.
Vit fara niðan brekkuna og koma at eggini. Tey ungu fólkini eru løtt á føti, og ferðaleiðarin heitir á tey um at vera varin og ikki fara ov nær bakkanum. Men tey eldru fara kortini út á tromina at taka myndir niður í Bíggjarskor, áðrenn gingið verður niðaná.
Í Vágum hava teir verið skilagóðir at seta navnaskelti á ymsu støðini, sum vert er at vita okkurt um. Soleiðis síggja vit Líkstein og Kelduna Vívdu, sum hava sína søgu, ið Høgni greiðir okkum frá.
Líksteinur ber navnið við sær. Tað er eyðsæð, at hann varð brúktur at hvíla á, tá lík varð borið úr Gásadali til Bíggjar at verða jarðað. Steinurin hevur slíkt skap, at hann er sum skaptur at seta eina kistu á. Høgni, ferðaleiðarin, leggur fjallstavin á steinin at vísa, hvussu kistan varð sett.
Tá komið er at Líksteini, er hálvgingið úr Gásdali til Bíggjar, greiðir Høgni frá.
Longur uppi er Keldan Vívd. Ivaleyst eitt málsligt frábrigdi. Okkurt við dialekt at gera ella so, tí eingin ivi er um, at tað kemur av orðinum »vígd«. Men Høgni greiðir frá, at soleiðis hevur Mikkjal á Ryggi skrivað navnið, og soleiðis verður tað brúkt.
Søgan um kelduna er, at her hittu Gásadalsmenn, sum vóru á veg til lækna við sjúkum barni, prest. Teir hildu allir, at barnið var so ússaligt, at tað fór ikki at liva, og ódoypt kundi tað ikki fara hiðani. So prestur vígdi kelduna, teir stóðu við, og doypti so barnið í henni, sigur søgnin.
Í dag er keldan turr. Tað er ógvuliga óvanligt, sigur Høgni. Hon var turr einaferð fyrr í summar eisini, men vatn kom tó aftur í hana. Men nú er aftur turt. Og tað man merkja, heldur ferðaleiðarin, at turkurin hevur verið óvanligur í summar.
Dalurin opin
Komin í Skarðið liggur Gásadalur opin fyri okkum. Vit sessast, og ryggsekkirnir verða latnir upp. Fólk hava eitthvørt við sær til túrin, og ferðaleiðarin býður kaffi og matpakkar, hann hevur við av hotellinum. Norðmenninir eru framvegis ikki komnir, og hildið verður, at teir fara als ikki at møta upp. Soleiðis varð eisini.
Tvey fólk komu aftan á okkum. Tað vísti seg at vera týskarar, sum tó ikki fóru niður í dalin, men vendu í Skarðinum, sum so mong gera.
Tað verður prátað, og myndir skulu jú eisini takast. So tað gongur ein løta, áðrenn farið verður oman.
Niðri við portrið situr ein einsamallur maður, sum heilsar: »Guten Tag«. Enn ein týskur ferðamaður.
Hesin fryntligi maðurin, sum man vera einastaðni miðskeiðis í fimitárunum til aldurs, hevur hug at práta. Og meðan restin av ferðalagnum fer oman á lendingina, sita vit báðir, blaðmaðurin og týskarin, eftir.
Hann greiðir frá, at hann er úr Hannover og er ferðandi blaðmaður, sum skrivar ferðafrásagnir til eitt týskt læknablað. Hann sigur, at einir tríggir fjórðingar av blaðnum eru ferðafrásagnir, meðan restin hevur okkurt við læknavísund at gera. Fólki dámar betur at lesa um ferðing, sigur hann.
Hann hevur verið í Føroyum fyri einum sjey árum síðan, og honum dámdi so væl, at nú er hann komin aftur. Ikki hetta við at bíða tveir dagar, meðan Norrøna er í Bergen. Nei, hann vildi vitja landið. Og tað hevur hann gjørt, sigur hann. Og eisini hann fegnast um tann vælsignaða friðin, her er. Her í Gásadali. Og ikki minni í Mykinesi, har hann júst hevði verið nakrar dagar.
Og so kemur spurningurin: »Verður nøkur grind í Vágum í dag?«
Eg havi fingið spurningin fyrr og noyðist enn einaferð at greiða frá, at tað veit eingin. Og so fellur tosið sjálvandi á umhvørvisfelagsskapirnar, hann eisini hevur hoyrt um.
Hann spyr, hvussu tað ber til, at tað í ár bara eru dripnir 10.000 hvalir í Føroyum, tá tað vanliga plaga at verða dripnir 15.000. Eg ógvist og spyrji, hvaðani hann hevur hasi tølini.
-Jú, soleiðis hevur hann frætt.
Aftur gerst neyðugt at greiða einum útlendingi frá, at tað er beinleiðis lygn, sum mangastaðni verður geitt frá um føroyskt grindadráp. Men hesi fremmandafólkini vita ikki betur. So hann fær eina longri frágreiðing um hagtøl síðan miðøldina, vísindaliga kanningar av grindini og so framvegis.
Enn eitt dømi um, hvussu neyðugt tað er hjá føroyingum at kunna um føroysk viðurskifti úti í heimi.
Lundar og íbygdur steinur
Lundin er nógvur í ár, og eisini í bakkanum í Gásadali er væl til. Teir verða avmyndaðir í ymsum støðum. Og Høgni heldur, at stuttligt hevði verið hjá børnuum í ferðalagnum at sæð ein livandi lunda tætt hjá og kanska sloppið at hildið á honum.
Vit fara tveireinir niður í bakkan, og Høgni stingur hondina í eina holu. Jú lundin er inni, og Høgni kemur út aftur við honum. Og pisuni.
Tað var stuttligt hjá børnunum at síggja, og pisan varð eisini dúgliga avmyndað, áðrenn hon var løgd aftur í holuna, og vit fóru niðan í bygdina at hyggja okkum um.
Vitjað varð í skúlanum, har fólk nýttu høvið at skriva í gestabókina. Eisini varð hugt at Gráasteini, og vit fingu sagda søguna um, hvussu hann endaði sum hornasteinur í einum húsum í Gásadali.
Gráisteinur var íbygdur, sum ikki var so óvanligt í Føroyum fyrr. Maður ætlaði at byggja og vildi sprongja steinin, sum var í vegin. Hann var eisini byrjaður at bora, og farvegurin eftir tí sæst enn.
Men grannin setti seg ímóti hesi óbótagerð. Hann legði seg oman á steinin og segði, at skuldi steinurin sprongjast, skuldi hann við í luftina. Tí hann vildi nógv heldur bráðdoyggja, enn spakuliga at verða píndur til deyða av teimum heimleysu fornisku. Steinurin varð standandi.
Gongurtúrur, har roknast skal við at seta dagin av.
Meðal strævin túrur. Gingið verður um fjøll. Gott er at vera væl ílatin um beinini.
Eini tvey hjartasuff eru:
Eggin í Gásadalsbrekkuni eigur at verða hegnað, soleiðis at eingin vandi yvirhøvur er fyri, at fólk ganga seg útav.
Gøtan av Skarðinum oman til Gásadals eigur at verða ruddað fyri smágrót, sum annars ger túrin strævnari enn neyðugt.
Fototól eigur at vera við, og ein kikari er óføra góður at hava.
Farið altíð við ferðaleiðara. Tað loysir seg væl.
Túrurin kosta 185,- krónur, og matpakki fæst, um ein ynskir tað, fyri 70,- krónur.
Atlantsflog hevur eisini túrin við í ferðaseðlapakka, um tað verður ynskt. Í pakkanum hjá Atlantsflog er matpakkin íroknaður.
Tilmelding:
Kunningarstovan
Miðvági:
Tlf. 33 34 55
Ella hjá Atlantsflog:
Tlf. 33 37 00
Hvat hendir í Føroyum? www.kunning.fo