Tað er fólk í samkomuni Lívdini í Hoyvík, ið skipa fyri konsertini. Umframt Malin Zachariassen, sum kemur úr Svøríki, eru tey luttakandi: Heini Lützen, Anna D. Háberg, Torkil Mørkøre, SigridRasmussen og Petur Háberg. Framførd verða nógv ymisk sløg av tónleiki.
Atgongumerkir á kr. 150,- vera at fáa í Kunningarstovunum í Havn og Runavík og í Norðurlandahúsinum.