- Skulu vit styrkja Føroyar, verður tað neyðugt at leggja kommunurnar saman.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tekur fult undir við, at Føroyar nú verða lagdar saman í einar sjey ella átta kommunur eftir ætlanini, sum landsstýrið kunngjørdi mánadagin.
Hann leggur tó dent á, at hetta er hansara egna hugsan, tí málið er ikki viðgjørt í býráðnum.
Men hann veit, at fleiri býráðslimir eisini taka undir við tí og vilja hava kommunumálið avgreitt.
Hann sigur, at tað er neyðugt at styrkja økini, ikki bara fyri at spjaða valdið. Hann heldur, at tað er eisini neyðugt fyri at styrkja Føroyar í kappingini við útlond um útbúgvið fólk og tilboð av ymsum slagi.
- Skulu Føroyar bjóða seg fram uttanlands, er tað neyðugt at skipa landið í nøkur fá, men sterk, øki.
Ongin trupulleiki
Landsstýrið hevur sent ætlanina til hoyringar og svarini skulu vera innkomin aftur longu um 10 dagar, ella í seinasta lagi 18. juli
Borgarstjórin í Havn ásannar, at hetta er sera stutt freist.
Hinvegin ásannar hann eisini, at kommunumálið er tugt og tanlað í fleiri ár, so øll kenna tað út í æsir.
Tí verður tað ongin trupulleiki at svara landsstýrinum aftur.
- Og viðhvørt er tað neyðugt at bera skjótt at í politikki, leggur hann afturat.
Tað er ætlanin at avgreiða kommunumálið nú so at samanleggingin kann verða framd 1. januar í 2013, tá ið nýtt valskeið hjá kommunustýrunum byrjar.
- Verður onki gjørt nú, skulu vit bíða í fýra ár afturat, heilt til 2016, áðrenn nakað hendir og tá er enntá vandi fyri, at alt dettur niður fyri, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at øll hava bíðað eftir eini endaligari avgerð um kommunumálið og tí fegnast hann um, at ein avgerð verður tikin nú.
Hann hevur heldur onki ímóti, at kommurnar fáa tann bygnað, sum ætlanin er.
Hann leggur kortini dent á, at tað verður neyðugt at rokna væl út, hvussu fíggjarliga ábyrgdin verðu býtt ímillum landið og kommunurnar, og, hvussu afturberingin fer at virka.
- Havnin fer at missa einar tríggjar milliónir, sum nú er, men koma Vestmanna og Kvívík eisini upp í, er væl trúligt, at myndin broytist, sigur borgarstjórin.
- Men tað fara vit eisini at klára, leggur hann afturat.
Ongin fólkaatkvøða
Heðin Mortensen hevur fleiri ferðir sagt, at verða fleiri bygdir lagdar afturat Tórshavnar Kommunu, skal fólkaatkvøða vera í Havn, so at havnarborgarar verða eftirspurdir um teir vilja hava eina størri kommunu.
- Men verða kommunurnar lagdar saman við lóg, er tað ikki longur í okkara hondum og so er onki at halda fólkaatkvøðu um, sigur borgarstjórin í Havn.
Nei til broytingar
- Tað er óneyðugt at hava fleiri býráðslimir. Og eg taki slett ikki undir við, at vit skipa staðbundnar nevndir, sum skulu hava myndugleika til at avgerða ávís viðurskifti.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Hann er als ikki samdur við formannin í Sjálvstýrisflokkinum, sum í aðrari grein her á síðunum, krevur, at samstundis, sum kommunur verða lagdar saman, skal talið á kommunustýrislimum hækkast fyri at tryggja, at umboðanin í stýrinum er so fjølbroytt, sum gjørligt. Hann vil eisini hava, at staðbundnar nevndir verða skipaðar, sum skulu fáa myndugleika -og enntá sýtingarrætt- í ávísum staðbundnum viðurskiftum.
- Eg skilji ikki slíkan hugsunnarhátt, staðfestir borgarstjórin í Havn.
- Eg haldi tvørtur ímóti, at vit skulu hava kommunustýrislimir, sum arbeiða fyri alt øki í kommununi.
Arbeiða fyri øll
Hann heldur, at tá ið kommunur verða lagdar saman, er tað fyri at vera saman í einari kommunu og tí skulu tey, sum borgararnir velja í kommunustýrið, arbeiða fyri øll áhugamál í allari kommununi.
- Vit mugu ikki koma hartil, at vit avgjørt skulu hava umboð úr øllum plássum í kommunustýrinum.
Av tí sama heldur hann eisini, at tíðin er farin frá teimum staðbundnu nevndunum.
- Bæði í Kollafirði, á Argjum og aðrastaðni eru staðbundnar nevndir avtiknar.
- Tey hava ásannað, at hon tænir ongum endamáli. Tvørtur ímóti elva tær mangan til, at mál verða seinkað.
Hinvegin heldur hann, at kommunustýrið eigur av og á at vitja tey ymsu plássini at tosa við tey um ávís viðurskifti.
- Í Tórshavnar Kommunu hava vit borgarafundir í teimum ymsu økjunum, har vit hoyra, hvat tey hava upp á hjarta og har vit greiða teimum frá teimum ætlanum, vit hava og soleiðis kann fólkaræðið fáast at virka, eisini í eini stórari kommunu, sigur Heðin Mortensen.
Les eisini greinina: Bygdirnar skulu hava størri ræði