Goymslufólk til Thomas Dam á Hálsi

Goymslufólk til Thomas Dam á Hálsi

 

 

 

Talan er um 32-40 tímars arbeiði í einari vaksandi fyritøku í einum góðum starvsfólkatoymi.

 

 

 

Við yvir 6000 ymsum vørum á stórari vælskipaðari goymslu, vørumóttøku hvørja viku, ordraframtøku, útleiðing og útkoyringing er starvið á okkara goymslu ein sera týdningarmikil liður í øllum okkara virksemi.

 

 

 

Starvið krevur, at tú hevur ans fyri og gongur upp í smálutir, dámar væl vøruhondtering, at halda og røkta goymslu.

 

Umframt, at tú saman við starvsfólkatoyminum vilt arbeiða fyri góðum arbeiðsumhvørvi og kundanøgdsemi 

 

 

 

Høvuðsuppgávurnar eru:

 

 

 

Vørumóttøka, pakking og umpakking

 

 

 

Vøruframtøka, útflýggjan og útkoyring

 

 

 

Vøruuppfylling

 

 

 

Gera skrásetingar og uppteljingar til goymsluskipanina

 

 

 

Røkta goymsluna og verða við at skipa goymsluna.

 

 

 

Umframt aðrar fyrifallandi arbeiðsuppgávur

 

 

 

 

 

Vit vænta at tú

 

 

 

Gongur neyvt uppí skásetingar, smálutir og nágreinligheit

 

 

 

Hevur gott yvirlit og sans fyri tølum og mongdum.

 

 

 

Er væl skipað/ur og dámar væl at røkta og viðlíkahalda skipanir

 

 

 

Ert álítandi og røkin

 

 

 

Í háártíð megnar tíðarpress

 

 

 

Hevur koyrikort til bil og trukk.

 

 

 

 

 

Um okkum.

 

Handilsfyritøkan Thomas Dam & Co varð stovnað í 1946. Millum fólk eru vit kend, sum Thomas Dam á Hálsi og reka vit heilsølu,  handlarnar  Hegns- & náttúrubúðina  og Veitslu- & køksbúðina umframt netbúðina thomasdam.fo. Vit halda til á Heykavegi 3 á Hálsi í Havn. Í løtuni eru vit 11 starvsfelagar og vit leggja okkum eftir dygd, funktionaliteti, burðardygd, menning og trivna. 

 

 

 

Hevur starvið tín áhuga send okkum eina umsókn á post(at)thomasdam.fo

 

Hevur tú spurningar kanst tú ringja 211428.

 

 

 

Umsóknarfreist er 10.mai 2026.

 

Starvið verður sett so skjótt skikkaður umsøkari er funnin. 

 

 

 

Løn sambært avvarðandi sáttmála.