Ein av fremstu donsku fótbóltsspælarunum seinnu árini, Jesper Grønkjær, fer nú at spæla við FCK. 28 ára gamli kantspælarin hevur síðani 1998 spælt við feløgunum sum Ajax, Chelsea, Birmingham, Atletico Madrid og VfB Stuttgart, men nú gongur leiðin so aftur til Danmarkar.
Eg havi hugsað um hetta í eina tíð. Skuldi eg aftur til Danmark, so var løtan tann rætta, haldi eg. Og FCK er jú størsta felagið í Norðanlondum, so eg ivaðist sum ikki, hvar eg vildi spæla, segði Jesper Grønkjær á tíðindafundi.