Grønland spælir panamerikanska hálvfinalu klokkan 21

Argentina er favorittur. Klokkan 19.20 í kvøld verður Ingi Olsen beinleiðis ígjøgnum á FM1 til eina samrøðu

Í kvøld klokkan 21 føroyska tíð, ið er klokkan 18 grønlendska tíð verður tann størsti hondbóltsdysturin í grønlendsku søguni spældur í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

 

Tá spælir Grønland, ið hevur Inga Olsen úr Vestmanna sum venjara hálvfinalu í panamerikanska endaspælinum, ið er í Nuuk í hesum døgum. Mótstøðulið er sterka liðið úr Argentina sum síðani 1996 hevur vunnið panamerikanska endaspælið heilar seks ferðir. Hesi árini hevur Argentina vunnið fýra silvurheiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki.

 

Argentina vann bólk A við fullum stigatali. Einasta liðið sum gav Argentina nakað av mótstøðu var Chile. Argentina vann tó rættiliga trygt 24-18 (10-9) á Chile. Chile spælir ímóti brasilsku favoritunum, ið vunnu 36-26 á Grønlandi, og vunnu annars hinar dystirnar í bólki B við sigrum sum lógu millum 20 og 26 málum á muni. 

 

Um Grønland tapir ímóti Argentina í kvøld, so spælir Grønland bronsufinalu í morgin, har Chile væntandi verður hitt liðið. Vinnarin av bronsufinaluni sleppur saman við gull- og silvurvinnarunum til HM-endaspælið, ið verður í Danmark og Týsklandi í januar í 2019. 

 

Grønland hevur ikki vunnið eitt panamerikanskt heiðursmerki síðani 2006, tá liðið vann bronsu. Av somu orsøk hevur Grønland ikki verið partur av HM-endaspælinum síðani 2007, tá HM-endaspælið var í Týsklandi. Tá gjørdist Grønland nummar 22 av teimum 24 londunum, ið kappaðust í HM-endaspælinum. 

 

Bronsufinalan byrjar sunnudagin klokkan 17. Finalan byrjar klokkan 19. 

 

HERber til at stroyma dystin millum Argentina og Grønland.

 

Ingi Olsen verður beinleiðis ígjøgnum á FM1 klokkan 19.20 í kvøld til eitt prát um spennandi avbjóðingarnar. Hetta verður í hálvleikinum í dystinum millum Suðringar og HB. Tróndur Arge sigur frá tí dystinum. Sendingin á FM1 byrjar klokkan 18 við upptakt.

 

Sjey altjóða veddingarfyritøkur halda, at Argentina er greiður favorittur at vinna á Grønlandi:

 

VeDDINGARFYRITØKUR: Argentina-GRØNLAND (NUUK)1X2
10Bet  1.19 11.75 5.75
1xBet  1.20 11.50 5.80
Betway  1.1813.00 5.25
bwin  1.20 13.00 5.25
ComeOn  1.19 11.75 5.75
Paddy Power 1.1711.005.50
Tipico  1.1313.00 6.50
Gjøgnumsnitsodds1.1812.145.69