Vandi er fyri, at vit fáa ov nógvar vitaminir, sigur danskur granskari, sum mælir til, at hvørki børn ella vaksin taka vitaminir.
80 prosent av øllum donskum børnum og 60 prosent av teimum vaksnu taka vitaminir. Men tað áttu tey ikki at gjørt, sigur Susanne Gjedsted Bügel, professari, sum arbeiðir á universitetinum í Keypmannahavn og granskar í vitaminum.
– Tey, sum eta fjølbroyttan kost, fáa nóg mikið av vitaminum. Tey eiga ikki at taka vitaminir, tí vandi er fyri, at tey fáa ov nógvar vitaminir, sigur granskarin við videnskab.dk.
Susanne Gjedsted Bügel sigur, at flestu danir liva longu so mikið sunt, at teir fáa vitaminirnar, sum teimum tørvar, gjøgnum kostin. Hon leggur afturat, at tað er bara ein lítil partur av danska fólkinum, sum ikki fær nóg nógvar vitaminir gjøgnum kostin.
Danski professarin og granskarin sigur við videnskab.dk, at tað eru eini 20 prosent av danska fólkinum, sum ikki taka til sín ráðini um at eta sunnan og fjølbroyttan kost. Tey kundu havt gagn av vitaminum, men veruleikin er tann, at hesin bólkurin hevur hvørki persónligt ella fíggjarlig yvirskot til at keypa og taka vitaminir, sigur hon.
Tey, sum hugsa nógv um heilsuna og eta sunt, eru eisini ofta tey, sum taka vitaminir, hóast tey als ikki hava brúk fyri tí, sigur danski granskarin.