Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace boðaði í gjár frá, at tað steðgaði við tiltakinum móti boriskipinum Stena Carron uttan fyri havnina í Lervick. Avgerðin varð tikin eftir, at oljufelagið Chevron hevði stevnt Greenpeace inn fyri rættin í Hetlandi. Hetta hevði kunnað verið ein dyggur fíggjarligur smeitur fyri Greenpeace, sum tí gjørdi av at taka tey bæði fólkini niður av aftur akkersketuni á tí risastóra boriskipinum. Umhvørvisfelagsskapurin, sum herfyri framdi tiltak móti boripallinum Stena Don í grønlendskum sjógvi men seinni mátti gevast, tók fyrr í vikuni stig til at steðga boriskipi at fara úr Lervick út at bora á djúpum vatni vestan fyri Hetland. Tvey fólk klintraðu upp eftir akkersketuni og festu eitt tjald í ketuna. Ætlanin var at vera har í ein mánað, men nú er so øll henda herferðin endað. Greenpeace sigur tó, at tey framhaldandi fara at mótmæla boring á djúpum vatni um okkara leiðir, sum kann fáa eins álvarsligar fylgjur sum óhappið í Meksikanska flógvanum gera tey vart við.