Natasja Hammer skoraði fimm mál, tá hon og liðfelagarnir í Haukum vunnu greiðan 39-33 sigur á Selfossi á heimavølli.
Í steðginum vóru Haukar á odda 20-15.
Talan er um fyrsta sigurin hjá Haukum, ið er nummar fýra í deildini við tveimum stigum fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar.
Komandi leygardag leika Heikar á útivølli móti Fram.
Ingibjørg Olsen skoraði eitt mál fyri sítt lið, ÍBV sum vann stórsigur 31-18 á HK í Kópavogi í dag.
Í steðginum var ÍBV á odda 17-10.
ÍBV er triðfremst í deildini við fýra stigum fyri tríggjar dystir.
Komandi vikuskiftið skal ÍBV spæla Europa Cup dystir móti grikska liðnum, Ionias.