Greitt ábyrgdarbýti á eldraøkinum, púra samdur

Í fjølmiðlunum nú um dagarnar, kunna vit lesa, at Jóhan Heri Joensen heldur at vit politikkara í Eysturoy tosa við tveimum tungum, tá tað verður mótmælt at Rósa Samuelsen, Landsstýriskvinna, ætlar at niðurleggja umlættingsplássini á Gøtubrá. Fyri at nýta hansara orð, so heldur hann hetta vera ”politiskt skemt á høgum støði”. Hetta førir hann fram, uttan so mikið sum um at hava sett seg inn í málið. Tað harmar meg.

Lat okkum taka tað frá einum enda. Gøtu- og Leirvíkar kommunur tóku tey stóru stig, og bygdu eldrasambýlir. Hetta vóru íløgur fyri uml. 35. mió. kr harav stuðulin frá landinum var 1.3 mió. kr. Eisini hava kommununar báðar, og nú Eysturkommuna eisini, verið við at bygd og útbygd Eysturoyar Ellis- og Røktarheim.

Umframt tað, so hava kommunurnar goldið fyri rakstur og náttarvaktirnar á sambýlunum. Árliga nettoútreiðslan av hesum er knappar 2. mió. kr. ella 1.000,- kr. pr. borgara í Eysturkommunu.
Tá sambýlini vóru bygd, var ikki tørvur á 26 sambýlisplássum í Gøtu og Leirvík, men Eysturoyar Røktar- og Ellisheim (ERE) manglaði umlættingarpláss, og tí blivu 6 pláss bygd afturat i sambýlinum í Gøtu, og plássini blivu leigaði út til ERE. Støðan er ikki broytt í dag. Enn er tørvur á røktarheimsplássum og ikki sambýlisplássum. Tí undrar tað okkum, at man nú skal niðurleggja røktarheimspláss og upprætta nýggj sambýlispláss við tí grundgeving, at tað er betri fyri borgaran. Niðurleggingin hevur einans eitt endamál, nevnuliga at spara landinum pengar. Og tað kann man so hava sínar meiningar um.

Eysturkommuna hevur greitt boða frá, at hon góðtekur ikki at landið flytir fleiri útreiðslur frá landinum til kommununa, og hevur tískil boða frá, at hon ikki er sinnað at rinda fyri nýggj sambýlispláss. Tískil verður niðurleggingin av hesum plássum verðuleiki, og Rósa Samuelsen sparir nakrar krónir.

Greitt ábyrgdarbýti er nakað sum kommunurnar leingi hava eftirlýst. Tískil hevur Eysturkommuna eisini bjóða Almannaráðnum/Nærverkinum at umleggja alt Gøtubrá til eitt Røktarheim. Á tann hátt vildi Jóhan Heri Joensen eisini fingið sín vilja, nevnuliga við einum ellisheimið í Eysturoy afturat.
Samstundis vildi Eysturkommuna komi niður á áleið sama kostnaðarstøði til eldraøkið, sum hinar kommunurnar í landinum hava í dag.

Lat okkum venda myndini eitt sindur. Kommunurnar hava ábyrgd av barnaøkinum, og sum sagt, ikki av eldraøkinum. Bleiv Gøtubrá umlagt til eitt ellisheim, so vildi kostnaðurin Eysturkommuna rindar til eldraøkið lækka við uml. 1. mió. kr árliga, ella niður á uml. 500,- kr. pr. borgara, ið allíkavæl er væl hægri enn t.d. tað sum Fuglafjarðar kommuna rindar.
1 mió. kr. á eldraøkinum svarar til 2.000,- kr. í barnafrádrátti. Í staðin fyri at kommunan var noydd at lækka barnafrádráttin við 1.000,- kr í 2011, kundi hon hækka hann við 2.000,- kr. Kundi eisini víst á, at tað eru kommunur, ið rinda millum lítið og onki til eldraøkið í dag. Var Eysturkommuna ein av teimum, so kundu vit hækka barnafrádráttin við 4.000,- kr. og ikki lækka hann fyri 2011.
Í staðin fyri rindar kommunan knappar 2 mió. kr. til eitt málsøkið, ið ikki eru kommunalt, men lands. Orsøkin til hesa útreiðsluna, kennir Jóhan Heri Joensen, sum hevur tikið sær av eldraøkinum í sínum lokaløkið í mong ár, betri enn undirritaði.

Lat ongan misskilja okkum. Eysturkommuna er stolt av og glað fyri tey megnar tøk Gøtu- og Leirvíkar kommunur hava gjørt. Tað var neyðugt, tí landið røkti ikki sínar skyldur, og tey gomlu sum hava bygd hetta samfelagið upp, lógu óhjálpin og einsamøll heima, uttan tað røkt teimum er uppiborði.

Tað Eysturkommuna mótmælir er, at okkara skattaborgara skulu áleggjast fleiri útreiðslur til eldraøkið, enn man longu hevur í dag. Og tær útreiðslur skattaborgarin í Eysturkommunu hevur í dag á eldraøkinum, eru millum tvær og fýra ferð størri, enn flestu aðrar kommunur hava. Skal ein umlegging frá røktarheimsplássum til sambýlispláss fara fram, so eigur hon at vera gjørd har tað ikki longu verður rinda í so stóran mun til eldraøkið, sum tað verðu í Eysturkommunu. Men rættast er uttan iva, at landið tóks sær fult og heilt av teimum uppgávum, ið tey varða av. Her millum eisini eldraøkinum. Greitt ábyrgdarbýtið!!!