David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town eru tvey stig frá týðandi sjeynda plássinum, ið gevur rætt til at spæla um uppflyting frá fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two og upp í League One.
Grimsby hevur 71 stig á áttanda plássinum, meðan Chesterfield hevur 73 stig á sjeynda plássinum. Grimsby hevur tríggjar dystir eftir at spæla, meðan Chesterfield hevur tveir dystir eftir at spæla, so enn kunnu Geza og liðfelagarnir røkka sjeynda plássinum.
Í dag kom Geza á vøllin í 66. minutti, tá Grimsby á útivølli vann 4-1 á Gillingham. Andy Cook legði Føroyar á odda beint undan steðginum. Seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal, tá heimaliðið javnaði til 1-1. So komu 11 gyltir minuttir hjá Grimsby. Í 74. minutti legði Jaze Kabia Grimsby á odda 2-1. Seks minuttir seinni økti Kieran Green til 3-1. Tað gingu bert fimm minuttir, so hevði Charles Vernam økt til 4-1.
Longu týskvøldið klokkan 19.45 spælir Grimsby dyst á útivølli móti Cambridge United.











