Kyndil-VÍF 14-12 (5-4)
Myndir frá dystinum síggjast HER
Kyndil er føroyameistari í kvinnuhondbólti. Hóast nógv stóð á, so eydnaðist teimum grønu at toga sigurin heim, tá næsta FM-finalan varð spæld í dag.
Simona Petersen hevur ikki havt nakran stóran dag, men tá Kyndil var í yvirtali, skoraði hon tvær ferðir á rað, og tá Ásleyg Sunadóttir síðani skoraði tvær ferðir, varð allur ivi beindur av vegnum.
Talan varð ongan tíð um nakran vakran hondbóltsdyst í dag, men báðir partar góvu alt, sum tær høvdu. Tað tókist tó avgerandi, at Kyndil hevði meira breidd á liðnum, og tí kundu tær skifta meira út enn VÍF, ið mest sum spældi við óbroyttum liði í samfullar 60 minuttir.
---
Kyndil-VÍF 10-11 (57 min)
Tað er púrt eingin munur ímillum Kyndil og VÍF, sum stríðast um FM-heitið í kvinnuhondbólti.
VÍF hevði vunnið seg tvey mál framum, men Kyndil hevur svarað aftir, og spenningurin er øgiligur nú. Liðini bæði berjast av øllum alvi, og hjá VÍF hevur Durita Christophersen fingið tveir minuttir fyri aðru ferð.
---
Kyndil-VÍF 9-10 (52 min)
Tað gongur tann vegin, at tað verður neyðugt við eini triðju FM-finalu í kvinnuhondbólti.
Kyndil hevði annars vunnið seg tvey mál framum, men VÍF skoraði fimm ferðir á rað, so tær vunnu seg í góða støðu.
Simona Petersen, sum hevur skotið seinastu trý málini hjá Kyndli hevur minkað um munin við brotskasti, og nú er spurningurin, um tað skal eydnast hjá VÍF at halda fast í momentinum.
---
Kyndil-VÍF 8-8 (46 min)
Fyri løtu síðani tóktist gullkósin hjá Kyndli bein. Tær høvdu vunnið seg upp á 8-5, men seinastu minuttirnar hevur VÍF tikið seg aftur í dystin.
Tvey skjót mál minkaðu um munin, og tað nervaði einki, at Durita Christophersen mátti út í tveir minuttir. Hesa løtuna mansvardi Kyndil bæði Duritu Ljósstein og Liljuna Djurhuus, men veteranurin, Sóley Hórará, tók sakina í egnar hendur, tá hon javnaði til 8-8.
---
Kyndil-VÍF 7-5 (40 min)
Tað er framvegis lítil munur, men Kyndil tykist hava betra takið í kvinnufinaluni.
VÍF stríðist framúr væl í verjuni, men tá Agnas Olsen fekk tveir minuttir, gav hetta Kyndli møguleikan at leypa avstað. Simona Petersen skoraði tvær ferðir á rað, og nú stendur nógv á teimum gulu.
---
Kyndil-VÍF 5-4 (hálvleikur)
Spenningurin er framvegis stórur á Hálsi, har Kyndil og VÍF eru komin hálvan veg í næsta finaludystinum.
Men tað er synd at siga, at talan hevur verið um nakað polerað hondbóltsspæl. Fyrst og fremst tykjast nervarnir tyngja liðini sera nógv, og tí er einki hugflog í álopsspælinum. Munurin er fyrst og fremst, at Kyndil eisini hevur spælarar, ið kunnu skora av veinginum, og tað hevur munað væl, nú Simona Petersen enn eigur fyrsta málið tilgóðar.
Hjá VÍF hevði Liiljan Djurhuus eina løtu gongd í sínum skotroyndum, men seinasta korterið hava tær gulu drigið púrasta svart.
---
Kyndil-VÍF 4-4 (23 min)
Hjá VÍF tykist ov nógv hanga á sterku miðspælarunum. Vengurnir eru enn ikki veruliga komnar í spæl, og tí verður nógv skotið útifrá. Har hevur tað hepnast væl hjá Liljuni Djurhuus, men Durita Ljósstein og Christophersen hava ikki havt sama hepni.
Hjá Kyndli hevur verið lítið um Simonu Petersen, sum plagar at vera stórskjúttin á liðnum. Hinvegin hava aðrar tikið yvir, og tí hongur Kyndil framvegis væl við í málfátæka dystinum.
---
Kyndil-VÍF 2-4 (15 min)
Gestirnir úr Vestmanna tykjast hava rist ringastu nervarnar av. Framvegis eru tað verjurnar, sum hava størsta leiklutin, men serliga tykist tað liggja væl fyri hjá Liljuni Djurhuus at finna vegin ígjøgnum Kyndils-verjuna.
Í hinum endanum hevur Kyndil framvegis ikki fingið glið á. Bæði málini eru skorað av veinginum, og eisini hevur Simona Petersen misnýtt brotskast.
---
Kyndil-VÍF 2-1 (8 min)
Enn er næsta FM-finalan ung, men sterka Kyndils-verjan hevur longu prógvað sítt virði.
Ein sterk verja er tað, sum hevur eyðkent Kyndil í allan vetur, og fyrstu minuttirnar av dystinum er einki, sum bendir á, at nøkur broyting er í so máta.
Sum heild hava bæði liðini ilt við at spæla seg igjøgnum til veruligar opnar møguleikar, og serliga hjá VÍF hevur hetta merkt, at skotroyndirnar verða sendar úr hampuligari fjarstøðu, har Kristina Griksaite ikki hevur teir stóru trupulleikarnar við at lesa skjúttarnar av.