Um vikuskiftið hevur eitt groft innbrot við í handlinum, Bónus, á Norðskála. Tað er í tíðini ímillum leygarkvøldið klokkan 23.30 og mánamorgunin klokkan átta, at innbrotið er framt. Brotsmenninir fóru ikki inn gjøgnum høvuðsdyrnar, men ígjøgnum eina hurð sunnanfyri bygningin. Løgreglan sigur, at tjóvarnir hava funnið lyklarnar til pengaskapið og hava sostatt fingið tað upp. Sølan fyri fríggjadagin og leygardagin lá í skápinum. Løgreglan vil ikki útgreina, hvussu nógvur peningur er stolin. Tað einasta, tey fáast at siga, er at upphæddin, sum er stolin, er onkustaðni omanfyri 40.000 krónur. Harafturat hava tjóvarnir eisini stolið heilt nógvar sigarettir og tað skal eisini gerast upp, hvussu nógv talan er um, og, hvørji sløg talan er um.
Politiið hevur fleiri slóðir at elta, men kortini onga beinleiðis ábending um, hvør hevur framt innbrotið. Tí sóknast løgreglan eftir fólki, sum hava varnast okkurt óregluligt, sum kann hava nakað við innbrotið at gera. - Fólk, sum hava varnast okkurt, eru meiri enn vælkomin at seta seg í sambandi við løgregluna, siga tey á kanningardeildini hjá løgregluni.
|