Guðrun & Guðrun í uppskoti til virðisløn

Føroyska fyritøkan hevur gjørt vart við seg á burðardygga og vistfrøðiliga økinum

Føroyska mótafyritøkan Guðrun & Guðrun er nú tilnevnd eina virðisløn til Danish Elle Style Awards. Hetta er ein virðisløn, sum skal fagna og heiðra teimum, ið virka í danska mótaheiminum. Tað er viðurkenda mótablaðið Elle, sum skipar fyri.

Guðrun & Guðrun eru tilnevndar í greinini, sum fokuserar uppá mótafyritøkur, sum arbeiðir við ella skapar viðurkenning um burðardygd, vistfrøði og/ella sosiala ábyrgd.  

- Vit eru stolt av at kunngera, at vit eru tilnevnd CSR virðislønina til ársins Danish Elle Style Awards, skriva Guðrun & Guðrun á Facebook. 

Hinar mótafyritøkurnar, sum eru tilnevndar, eru Carcel og Designers Remix.