Guðrun Sólja: Tit hoyra meiri til mín framyvir

Tað eru longu mong ár síðani, at Guðrun Sólja fór sum eitt stjørnuskot eftir danska og føroyska tónleikahimlinum, men hóast lítið hevur verið at hoyrt til hana seinastu árini, hevur hon ikki verið óvirkin tónleikaliga. 

 

Í dagsins Sosiali er ein long samrøða við Guðrun Sólju, har hon millum annað greiðir frá, at vit framyvir kunnu vænta at hoyra meiri til hana.

 

Tónleikur spælir framvegis ein sentralan leiklut í lívinum hjá Guðrun Sólju Jacobsen, og hon hevur eisini sett sær nýggj mál fyri framtíðina.

 

- Tónleikur hevur givið mær sera nógv. Eitt er avbjóðingin í tí teoretiska, har tú skalt brúka høvdið, men eisini kanst hvíla í, at tú dugir. Men ein annar týðandi partur av tónleikinum er, at tú knast koma út við kenslum, og har hevur tónleikur spælt ein týðandi leiklut hjá mær. Tónleikur hjálpir mær at forloysa ymiskar kenslur – bæði av teimum góðu og av teimum minni góðu. Í grundini er tónleikur eitt slag av terapi, sigur Guðrun Sólja Jacobsen.

 

Seinnu árini hevur hon brúkt meira tíð til at undirvísa í sandi, enn at arbeiða við sínum egna tónleiki, hóast hon javnan framførir á spælistøðum, í veitslum og aðrastaðni.

 

- Eg vil gjarna vera meira kreativ innan tónleik, og tað havi eg sett mær fyri at gera meira við frameftir. Eg havi brúkt nógva orku til undirvísingina, tí eg havi bygt nakað upp og arbeitt fyri at verða góðtikin á tí økinum. Frameftir vil eg gjarna betra um mín kreativa part í tónleiki, sigur Guðrun Sólja Jacobsen.

 

Les eina longri samrøðu við Guðrun Sólju Jacobsen í Sosialinum, sum kom út í dag