Hetta stendur at lesa í einari bók, sum fyrrverandi ráðgevin hjá Tony Blair, John Burton, hevur skrivað, og sum kom út fyr í hesum mánaðinum. Høvundurin hevur valt at geva bókini heitið "We don’t do God". Tað er ikki tilvildarliga valt, men stavar tvørturímóti frá einum setningi, sum varð sagdur fleiri ferðir tey árini, Tony Blair var stjórnarleiðari.
Setningin eigur táverandi tíðindatalsmaðurin hjá Blair, Alastair Campbell, og hann brúkti orðini til at forða Blair í at tosa um sítt trúarlív. Tá fjølmiðlarnir vildu hava at vita, hvat Blair helt ymisk átrúnaðarlig viðurskifti, var Campbell altíð skjótur við svarinum "We don’t do God", sum vóru ætlað at siga fjølmiðlunum, at í stjórnini bleiv ikki tosað um persónliga trúarlívið hjá ráðharrunum.
Fremmandur fuglur
Í bókini greiðir John Buton frá, at eitt árið ætlaði Tony Blair at luttaka í einari serligari krossgongu langa fríggjadag til minnis um krossfesting Jesusar. Ætlanin fall ikki í góða jørð í floksleiðsluni, sum var bangin fyri, at fjølmiðloarnir fóru at taka myndir av formanninum og forsætisráðharranum við krossi í hendi. Tað hevði uttan iva kostað flokkinum veljarar, og hesin vandin reið floksleiðsluni sum ein marra, skrivar John Burton. Tony Blair skilti flokkin. So leingi hann var forsætisráðharri, tosaði hann ongantíð um sítt trúarlív. Síðani hann fór frá, hevur hann eina ferð sagt, at hann hevði havt varhugan av, at hann hevði verið sum ein fremmandur fuglur í flokkinum, um hann hevði tosað alment um sítt trúarlív.
Men kortini var tað trúgvin, sum var hansara politiska drívmegi og hansara moralska kumpass, skrivar Burton í bókini. Eitt nú var hansara átrúnaðarliga sannføring grundstøðið, sum hann bygdi á, tá hann gjørdi av at gera innrás í Kosovo og at fara í kríggj við Irak.
- Tony Blair var ósvikaliga sannførdur um, at kríggið í Kosovo og kríggið við Irak vóru partar av einum kristnum bardaga, har málið var, at tað góða skuldi vinna á tí ónda. Í hansara eygum var bardagin ímóti altjóða yvirgangi eisini eitt moralskt átak. Ja, í veruleikanum samanfataði hann allan politikk innan fyri ein kristnan moralkarm, sama um talan var neyðhjálp til Afrika, útbúgving, bardagan ímóti fátækradømi ella skuldartrupulleikar, sigur John Burton.
Heiðraði mammuna
Tony Blair vaks upp í einum heimi, har pápin var trúarloysingur og mannan av protestantiskum fólki úr Írlandi. Kona hansara, Cherie, var katolikkur, og Tony Blair hevur ongantíð dult fyri, at hennara sterka trúgv var við til at styrkja hansara egnu átrúnaðarligu uppfatan og økt áhuga hansara fyri átrúnaðarligum spueningum.
Tá protestantar og katolikkar í Norðurírlandi samdust um eina friðaravtalu fyri ellivu árum síðani, átti Tony Blair ein stóran lut í arbeiðinum at fáa avtaluna í lag. John Burton heldur, at Blair uppfataði avtaluna sum eina týdningarmikla átrúnaðarliga verkætlan. Harafturat kendi hann tað sum eina drívandi megi at fáa frið og semju ímillum protestantar og katolikkar, eins og hann gjørdi tað til heiðurs fyri mammuna Hazel, sum doyði, tá Blair var tannáringur.
Eiga at vera opin
Síðani hann legði frá sær sum forsætisráðharri fyri tveimum árum síðani, hevur Tony Blair víst áhuga fyri fleiri átrúnaðarligum spurningum. Hann hevur eisini tikið við katólskari trúgv síðani og hevur stovnað ein trúarstovn, sum skal virka fyri samskifti og tolsemi millum ymar átrúnaðir. Og í dag iðrar Blair seg um, at hann ikki tosaði meiri um sítt trúarlív, tá hann ráddi fyri borgum í Bretlandi.
-Í dag fari eg at mæla øllum leiðarum "to do God" - at tosa um Guð. Trúgv, og hvussu hon kemur, fer at hava líka stóran týdning í 21. øld, sum politiskar hugsjónir høvdu í 20. øld. Tosa vit opið um hetta, koma vit nærri hvør øðrum, og tess betur fata vit mentanina hjá hvør øðrum, sigur Tony Blair í dag.