Guardiola undirmetir ikki United

(Upptakt) Venjarin hjá Bayern Munchen vil ikki avskriva Manchester United undan dystinum í kvøld

Bayern Munchen er stórfavorittur at vinna samalagt á Manchester United í fjórðingsfinaluni í Champions League. Fyrri dysturin verður á Old Trafford í kvøld.

 

Les eisini: Barcelona bíðar eftir Diego Costa

 

Hóast Manchester United hevur havt ein søguliga ringt ár í Premier League, so vil Pep Guardiola ikki undirmeta Manchester United.

 

- Tá eg síggi spælarar sum Wayne Rooney, Nemanja Vidic, Rio Ferdinand, Javier Hernandez og Danny Welbeck, so síggi eg góðar spælarar. Eg veit ikki hví Manchester United hevur havt eitt so vánaligt kappingarár, men yvir ein ella tveir dystir kunnu teir vinna á okkum, segði Pep Guardiola á tíðindafundi undan dystinum í kvøld.

 

Bayern Munchen er uttan Thiago Alcantara, Holger Badestuber og Diego Contento, men við hópinum, sum Pep Guardiola hevur á ráða yvir, so verður liðið ikki merkt av tí.

 

United uttan Evra og Van Persie

 

Sjáldan hevur eitt lið verið størri favorittur á Old Trafford móti Manchester United, sum Bayern Munchen er í kvøld. David Moyes hevur ikki havt takið á størru liðnum, sum hava vitjað á Old Trafford. Tí er spurningurin hevur David Moyes ger øðrvísi í kvøld.

 

Hann er uttan hollendska framherjan Robin van Persie, sum er skaddur. Eisini hevur vinstri bakkurin, Patrice Evra, leikbann. Tað styrkir ikki um møguleikarnar hjá Manchester United, sum helst má leitað til Danny Welbeck og Alex Butter sum avloysarar.

 

“Tiki-Taka”

 

Tað er stórur munur á Pep Guardiola og hansara Bayern Munchen spælistíli, og so David Moyes og tí hann hevur borðreitt við hetta kappingarárið.

 

Pep Guardiola bleiv kendur fyri “Tiki-Taka” fótbóltsstílin, sum er tekniskur við nógv skjótum flytingum og bólttryggum spælarum, tá hann var venjari í Barcelona frá 2009 til 2012. Tað er nógv av tí sama vit síggja í ár hjá Bayern Munchen.

 

Hinvegin hevur Manchester United ikki verið at kenna aftur hetta kappingarárið. Teir eru ikki bólttryggir longur og gera óvanliga nógvar villir í verjuni. Teir megna ikki at trýsta við bóltinum og fella langt aftur, tá hini liðini hava bóltin.

 

Tí er líkt til, at dysturin í kvøld verður ein dystur við Bayern Munchen á bóltinum, meðan Manchester United kemur at arbeiða ótrúliga hart fyri at halda Bayern Munchen vekk frá málinum. Tað er “Tiki-Taka” móti klassiska bretska stríðsviljanum.

 

Champions League – Fjórðingsfinala:

Í dag:

Barcelona – Atletico Madrid (19:45)

Manchester United – Bayern Munchen (19:45)

 

Í morgin:

PSG – Chelsea (19:45)

Real Madrid – Borussia Dortmund (19:45)