Richard Danielsen
Hans Andrias Sølvará heldur á við sínum óhugnaligu álopum á bíbliuna. Eg havi ivast eitt sindur í um, eg skal halda á við at gera viðmerkingar til hetta, tí hetta er so langt við síðuna av. Eg havi aldri fyrr í mínum lívi lisið ella hoyrt nakað líknandi. Men hetta er Guds heilaga orð, sum verður álopið á ein so niðurgerandi hátt, sum leingi skal leitast eftir, so eg fari aftur at koma við stuttari viðmerking.
At leggja eitt fólk undir søgufalsan, er í sær sjálvum ógvuliga álvarsamt. Men tað verður sjálvandi enn meiri álvarsamt, tá ið hetta fólk pástendur, at Gud hevur talað á ein serligan hátt til teirra. Man kann velja um man vil trúgva teimum, tað stendur eisini Hans Andriasi frítt. Men at leggja hesar menn undir at hava sitið og pentað eina søgu saman, sum skal hava farið fram 600 ár frammanundan, og billa fólki inn at hon er sonn, er fyri mær láturligt.
Tak bara ta fantastisku frágreiðingina um tabernaklið í oyðimørkini, har tað er sagt frá niður til minstu smálutir, sum t.d. hvat tjaldhælirnir skuldu gerast av.
Men var hetta alt bert menniskjaligt so kundi man bara grinið at tí. Men sum longu sagt, hetta er Guds orð. Harrin talaði og opinberaði seg fyri Mósesi. Hvussu ofta lesa vit hetta : “Harrin talaði til Móses og segði.” Tað kundi verið áhugavert at talt. At summi ivast um hetta og ikki vilja trúgva Mósesi, tað er so tað, tað verður teirra ábyrgd, men at siga at menn hava sitið og pentað alla hesa søguna saman um persónar, sum ikki hava verið til, tað er láturligt.
Men tað er álvarsamt ikki at vilja trúgva Gudi, sum opinberar seg hvønn dag fyri okkum við skapanarverki sínum, sálmur 19 og rómbr. 1,19-20 og so eisini hevur givið okkum orð sítt við heilagum profetum og ápostlum, og fram fyri alt, við soni sínum, sum hann hevur reist upp frá deyðum. Orðið sigur, at ein slíkur hevur gjørt Gud til ein lygnara.
Skrivað er jú:”Eg skal oyða vísdóm hinna vísu, og vit hina vitigu skal Eg gera til einkis.” Hvar er ein vísur! Hvar er ein skriftlærdur! Hvar er ein granskari av hesum heimi! Hevur Gud ikki gjørt vísdóm heimsins til dárskap. 1. korintbræv 1, 19-20.