Gullregn í Klaksvík

Kvinnur: KÍ kvinnurnar rundaðu av við sigri, og NSÍ vann silvur og HB bronsu

Síðsta umfar í kvinnudeildini var seinnapartin. Fyri næstan tveimum mánaðum síðani var tað greitt, at KÍ kvinnurnar høvdu vunnið FM. Síðani hevur kappingin um silvur og bronsumerkini verið sera stór.

Í dag vann KÍ 3-1 á heimavølli ímóti B36, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 1-0. Elisabet Vang legði B36 framum, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Eftir steðgin tóku tær á heimaliðnum seg av álvara saman og skoraðu trý mál.

Systrarnar á Lakjuni skoraðu øll málini.

Toppskjúttin Evy á Lakjuni javnaði til 1-1, tá ið seinni hálvleikur var sjey minuttir gamal. Jórun Najma Parawary átti uppleggið.

Victoria á Lakjuni legði KÍ á odda 2-1, tá ið tað restaðu níggju minuttir. Evy á Lakjuni átti uppleggið, og Evy á Lakjuni staðfesti tveir minuttir seinni 3-1 sigurin við brotssparki.

Undan síðsta umfari var NSÍ næstfremst og HB á triðja plássi. Eisini hesi bæði liðini vunnu í dag 3-1.

NSÍ vann oyggjauppgerðina ímóti ÍVB 3-1 og tryggjaði sær harvið silvurkrónurnar.

Heidi Sevdal og Laila Pætursdóttir løgdu í fyrra hálvleiki heimaliðið framum 2-0.

Tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin, økti Heidi Sevdal um munin til 3-0, og tá ið tveir minuttir vóru farnir út um vanligu tíðina, minkaði Hanna Isaksen Højgaard um munin til 3-1.

HB vann tíðliga í dag 3-1 á heimavølli ímóti EBS/Skála. Tá ið hálvur tími var farin, var støðan 3-0. Julia Naomi Mortensen og Ása Stórá Carlsen við tveimum málum skoraðu.

Sigrun K. Kristiansen umsetti brotsspark til 3-1, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. 

https://www.in.fo/myndasavn/

 

 

www.in.fo/myndasavn/