Móti endanum av árinum í fjør, bleiv Gunnar Nielsen settur í samband við eitt skifti frá skotska Motherwell. 15. november skrivaði Brunei Times, at Gunnar Nielsen var á veg til Brunei DPMM FC, sum hevur fyrrverandi Blackburn venjaran, Steve Kean, sum oddamann.
Blaðið skriavði aftur miðskeiðis í desember, at Gunnar Nielsen verður málverji hjá DPMM FC.
Gunnar Nielsen sjálvur flennur bara, tá hann verður spurdur um tíðindini. Hóast hann í løtuni hevur torført við at vinna sær pláss millum stengurnar á besta liðnum, so verður tað nokk ikki til Brunei DPMM FC, at Gunnar skiftir.
Gunnar Nielsen hevur hálvt ár eftir av sáttmálanum við Motherwell. Farna kappingarár spældi Gunnar yvir tjúgu dystir fyri besta, sum bleiv nummar tvey. Hetta kappingarárið hevur hann ongan dyst spælt og Motherwell liggur til niðurflyting.