Gunnar og Jónas sleppa at royna seg

Teir báðir føroysku spælararnir í Frem venja dúgliga í hesum døgum. Frem hevur mist fleiri stuðulsspælarar, men teir ætla sær at verða verandi í næstbestu donsku deildini, og líkt er til, at føroysku spælararnir sleppa at royna seg

Gunnar Nielsen og Jónas Tór Næs eru tveir ungir føroyskir fótbóltsspælarar í donskum fótbólti. Teir hava seinnu árini spælt fyri felagið Frem, meðan teir hava gingið á handilsskúla í Ishøj.
Framgongdin hjá teimum hevur verið eyðsýnd, og teir verða í vár partur av besta liðnum hjá Frem, sum spælir í næstbestu donsku deildini.
Gunnar er málmaður, og Jónas spælir serliga sum høgri bakkur.
 Vit hava vant tríggjar ferðir um vikuna, men nú eru vit farnir upp at venja fimm ferðir um vikuna, so vit royna at fyrireika okkum væl til kappingina, sigur Gunnar Nielsen.

Munurin minkar
Frem hevur spælt tveir venjingardystir, og føroysku spælararnir vóru við í tí fyrra dystinum. Tá stóð Gunnar í málinum, meðan Jónas slapp at royna seg sum miðverji. Tá Frem spældi seinna dystin, vóru teir báðir í Føroyum til landsliðsvenjing.
Jónas Tór Næs kann rokna við at sleppa at royna seg sum høgri bakkur á liðnum hjá Frem. Gunnar Nielsen stríðist við at sleppa fram at málinum, men har skal hann kappast við ein sterkan málmann, Jørgen Nielsen, sum áður hevur spælt í Liverpool.
 Málið hjá mær er at sleppa at spæla nakrar dystir í vár. Nú havi eg roynt at spæla á besta liðnum, og tað smakkar av meira, sigur tann 195 sentimetrar høgi málmaðurin.
 Jørgen er ein sera góður málmaður, men eg haldi, at munurin millum okkum minkar, heldur Gunnar.

Yvirliva í 1. deild
Frem hevur seinastu mánaðirnar mist fleiri stuðulsspælarar  teirra millum Jón Róa Jacobsen  og venjarin Ebbe Skovdahl er eisini farin. Hetta komst av fíggjarligu støðuni hjá felagnum. Frem hevur fingið onkrar nýggjar spælarar afturat, men liðið er neyvan so sterkt, sum tað onkuntíð hevur verið.
 Málið hjá okkum verður at yvirliva í 1. deild. Hóast vit stíla eftir at liggja í miðjuni í deildini, so er vegurin niður í botnin ikki so langur, og tí skulu vit allatíðina ansa okkum, sigur Gunnar Nielsen.
Hetta vikuskiftið kunnu hann og Jónas halda frí, tí eftir ein harða viku, hava spælararnir fingið frí um vikuskiftið.