Gunnar vann aftur

Súkkling: Gunnar Dahl-Olsen endurtók sigurin frá Norðoyastevnu

Í bestu súkklulíkindum bleiv Grand Prix-kappingin á Eystanstevnu koyrd leygarkvøldið. Tað vóru tíggju luttakarar við og endin varð, at eftir 33 hørð umfør vann vinnarin frá Norðoyastevnu, Gunnar Dahl-Olsen, í einum endaspurti á Jóhann Brend.

Longu í fimta umfari royndi ungi vágbingurin Kári Brattaberg at spurta frá hinum, men hann varð fangaður aftur beinanvegin. Og tá slóg Jóhann Brend kontra, og saman við Gunnari Dahl-Olsen og Kjartani Egholm fekk hann eitt »hol« niður til teir næstu. Í næsta bólkinum koyrdu Kári Brattaberg, Sverri Mohr Edvinsson og Eyðun Poulsen saman.

Ferðin í tí fremsta bólkinum var so stór, at eftir 17 umfør misti Kjartan Egholm sambandið við Gunnar og Jóhann, og sjey umfør seinni varð Kjartan so tikin av Kára Brattaberg, Sverra Mohr Edvinsson og Eyðuni Poulsen.

Hesir fýra vórðu so í 29. umfari yvirhálaðir við einum umfari av Jóhann og Gunnari.

Seinastu fýra umførini royndi Jóhann at sleppa frá Gunnari, men uttan úrslit, og endin varð, at Gunnar vann endaspurtin við eini tveimum-trimum metrum.

Í spurtinum um 3. plássið hendi ein misskiljing soleiðis, at Kjartan, Kári, Sverri og Eyðun ikki vóru vísir í, um tað var seinasta umfar, men Sverri tók ongan kjans og vann ein tættan spurt í kapping við Kára Brattaberg og Kjartan Egholm.

Gunnar Dahl-Olsen hevur nú 80 stig í kappingini, meðan Kjartan Egholm á øðrum plássi hevur 56 stig.