Gunnar vann fyrstu etapu

Súkkling: Fyrradagin var fyrsta etapa av súkklukappingini Statoil kring Føroyar súkklað í Eysturoynni. Gunnar Dahl-Olsen vann etapuna

Mikukvøldið byrjaði súkklukappingin Statoil kring Føroyar við einum prologi, sum var súkklaður í Klaksvík. Ikki óvæntað var tað Rógvi Johansen, sum vann prologin 17 sekund framman fyri Gunnar Dahl-Olsen, sum man metast at vera tann sterkasti av teimum heimligu súkklarunum.

Fyrradagin var 1. etapa so súkklað í Eysturoynni.

Teinurin var góðar 100 kilometrar, sum byrjaðu við Statoil-støðini við Streymin og endaðu við Statoil-støðina í Saltangará.

Á teininum var millum annað súkklað um bæði Eiðisskarð og Gøtueiði.


Bert eitt sekund

á muni

Endaspurturin á fyrstu etapu gjørdist rættiliga spennandi. Teir báðir fremstu súkklararnir frá prologinum, Gunnar Dahl-Olsen og Rógvi Johansen, fylgdust ímóti málstrikuni, men í endaspurtinum var Gunnar tann drúgvari og vann við einum sekundi.

Hetta førdi onga stórliga broyting við sær í samlaðu støðuni.