Ógvusligt vetrarveður

Gloprarregn og kavarok hava kravt umleið 640 mannalív í Pakistan seinastu fjúrtan dagarnar.

Myndugleikarnir siga, at nógv fólk eru druknað, tí at byrgingar eru skrædnaðar, og nógvastaðni hava fleiri bygdir ligið undir í vatni í fleiri dagar. Aðrastaðni eru heilar bygdir skolaðar burtur.

Illveðrið hevur eisini gjørt um seg í grannalandinum Afghanistan, og har hava kavi og kuldi kravt minst 260 mannalív, siga myndugleikarnir. Heilsumálaráðharrin, Mohammad Amin Fatimie, sigur við Reuter, at nógv børn eru deyð, tí tey toldu ikki tann nógva kuldan.