Ógvusligur ófriður í Kirgisistan

Tað hevur verið sera ófriðarligt í kirgisiska býnum Osj teir báðar seinastu dagarnar, har ymsir etniskir minnilutar eru brostnir saman. Myndugleikarnir siga, at 37 fólk eru deyð í ófriðinum, og at fleiri hundrað eru særd.

Fyribilsstjórnin hevur lýst landið í undantaksstøðu og lýst útigongubann í Osj, sum var háborgin hjá fyrrverandi forsetanum, Kurmanbek Bakijev, sum noyddist frá herfyri.

Osh er næststørsti býur í Kirgisistan og er tætt við markið ímóti Usbekistan.