Síðstu nøvnini á Jóansøkukonsertini leygarkvøldið er nu uppá pláss. Talan er um Kristel Lisberg við bólki og Gypsy Train. Umframt tónleikabólkar, fer konsertin eisini at bjóða eina dansiframførslu við ymiskum dansibólkum úr Suðuroynni, og dansarar úr sangleikinum Kennir tú Margar vitja við eini framførslu.
Og tað verður Suðuroyar Mannskór, sum fer at byrja konsetina á havnalagnum á Tvøroyri leygardagin.
Børnini kunnu somuleiðis gleða seg tí sunnudagin vitja Angela og Hannibal, boðar jóansøkunevndin frá.