Høgni Hoydal: Eg hevði brotið hurðina inn við makt

- Tað var ikki eg, ella nakar annar í uttanríkisráðnum, sum upprunaliga breyt inn hjá løgmanni. Fyrsta innbrotið var í eina skrivstovu hjá uttanríkisráðnum og eg skilji væl, at boð vórðu send eftir lásasmiði, sigur Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður um umstríddu skrivstovugøluna í Tinganesi

- Eg skilji væl, at boð, at boð vórðu send eftir lásasmiði at fáa skrivstovuna uppaftur. Var tað eg, sum var starvsfólk, hevði eg brotið hurðina inn við makt.

So bersøgin er Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður, nú hann loksins vil gera viðmerkingar nógv umrøddu skrivstovugøluna í Tinganesi.

Høgni Hoydal staðfestir, at alt málið snýr seg um akkurát tað øvugta av tí, sum fjølmiðlarnir og løgmaður hava fráboðað.

Hann staðfestir, at tað vóru ikki tey í uttanríkisráðnum, sum brutu seg inn á kroppin á løgmanni. Tvørturímóti varð tað brotið inn í uttanríkisráðið.

- Tá ið samgongan varð skipað, gjørdu løgmaður og eg eina semju um, hvussu starvsfólk og høli í Tinganesi skulu býtast ímillum uttanríkisráðið, sum eg var landsstýrismaður fyri, og løgmansskrivstovuna, sum løgmaður sjálvandi varar av.

- Eftir hesi semjuni hoyrdi hendan umstrídda skrivstovan undir uttanríkisráðið og hana hevði Bjørn Kunoy hjá uttanríkisríkisráðnum fingið at arbeiða í.

Men so hendir tað, at løgmaður gevur boð um at nýsetti ráðgevarin á løgmansskrivstovuni, Petur Petersen, skal hava hesa ávísu skrivstovuna, so tá ið Bjørn Kunoy kemur til arbeiðis mánadagin 1. september, sleppur hann ikki inn á skrivstovuna, tí lásið er skift.

- Samstundis eru øll hansara skjøl flutt, eisini skjøl, sum eru ómetaliga viðkvom og í størsta trúnaði, sigur Høgni Hoydal.


Løgmaður fór út um mark

Hann sigur, at sostatt er tað avgjørt løgmaður, sum er farin út um sínar heimildir, tí hóast hann varar av ognunum í Tinganesi, hevur hann ikki rætt at taka eina skrivstovu, sum undirskrivað semja er um, at uttanríkisráðið skal hava. O hann hevur heldur ikki rætt til at geva einum øðrum landstýrisfólki harraboð um at avlevera eina skrivstovu, sum hoyrir undir málsøkið hjá viðkomandi landstýrisfólki.

- Tað var landsstýrismaðurin í uttanríkisráðnum, sum hevði ræðið á bæði umrødda starvsfólki og umrøddu skrivstovu og tí kann løgmaður ikki bara taka skrivstovuna uttan víðari.

- Sostatt er tað fyrsta innbrotið í hesi gølu, eitt innbrot í uttanríkisráðið, staðfestir Høgni Hoydal.

- Er løgmaður ónøgdur við mína framferð, kann hann átala meg, hann kann taka málsøki frá mær, ella hann kann siga meg úr starvi.

- Tað eru tey amboðini, hann hevur og hann sjálvsagt ikki loyvi at gera seg inn á mítt mítt málsøki og míni starvsfólk.


Eg hevði brotið hurðina

Høgni Hoydal sigur, at tá ið hann kom til arbeiðis mánadagin 1. september, hoyrdi hann at rok er. Tá ið hann fór at vita, hvat var áfatt, fekk hann at vita, at Bjørn Kunoy hjá uttanríkisráðnum ikki slapp til arbeiðis, tí lásið var skift og at boð vóru send eftir lásasmiði.

Høgni Hoydal sigur, at hann skilir væl, at boð vórðu send eftir lásasmiði.

- Var tað eg, sum var starvsfólk og ikki politikari, hevði eg brotið hurðina inn við makt.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin leggur dent á, at hann hevur ongantíð gjørt seg inn á nakað og hann hevur ongantíð boðsent lásasmiði.

Men løgmaður boðar frá, at hendan avtalan frá februar í ár um høli og starvsfólk, er søgd upp?

- Ja, tað boðar hann mær frá 4. september og tað ger hann einvíst. Men sakin er tann, at tá ið innbrotið var framt 1. september, var avtalan ikki søgd upp og sostatt enn í gildi.


Veit onki um lásasmiðir

Høgni Hoydal sigur í samskiftinum við løgmann, at......


....Eg havi tí gjørt av, at tað starvsfólkið, ið hevur verið fyri órætti, sjálvandi má fáa sína skrivstovu aftur í morgin árini – og at tit ístaðin kunnu nýta mína skrivstovu til tykkara starvsfólk, so ongin verður fyri órætti av hesum....


....Eg havi sum fráboðað tikið avgerð um, at eg noyðist at rætta ta skeivu hending, sum hevur sett eitt starvsfólk út, ið onki hevur við hetta mál at gera, hóast aðrar og minst líka góðar hølisloysnir eru klárar og settar fram til nýtslu....


....Eg havi givið mínum stjóra boð um at fáa rættað hendingina og at samskifta við stjóran á løgmansskrivstovuni um hetta - og annars at finna varandi loysnir....


Vit spurdu hann, hvat liggur í hesum orðunum og hvussu hann hevði hugsað sær, at hetta skuldi setast í verk.

- Tað liggur bara tað í teimum, at eg vil hava málið loyst við vanligum samskifti. Tað liggur ikki tað í teimum, at eg havi givið tænastuboð um at útvega lásasmið, ella um nakað sum helst yvirhøvur.

Høgni Hoydal sigur, at hann gevur ikki tænastuboð. Men tá ið hann gevur eini boð, eru tey altíð skjalfest, altso skrivlig.

- Tað, eg gav boð um var at rætta tann órættin, sum ein ósekur starvsmaður hjá mær hevði verið fyri, tá ið innbrot var á hansara skrivstovu.

Tað einasta, eg veit um lásasmiðir er, at ein lásasmiður var í Tinganesi mánamorgunin 1. september og tað skilji eg væl, tí starvsfólkið slapp ikki til arbeiðis.


Sáar iva um landsins hægsta embætisfólk

Men nú hevur Marjun Hanusardóttir, í einum uppriti endurgivið aðalstjórin í mentamálaráðnum fyri at siga, at hann hevði fingið tænastuboð frá Høgna Hoydal um at syrgja fyri at fáa Bjørn Kunoy inn aftur á skrivstovuna og hon kallar hendingina 1. september beinleiðis fyri innbrot í skrivstovuna hjá ráðgevaranum hjá løgmansskrivstovuni. Vit spurdu Høgna Hoydal um uppritið hjá stjóranum á løgmansskrivstovuni í besta føri er misskilt.

- Eg kann bara staðfesta, at fimm dagar eftir hendingina eru upprit skrivað, men tað sum stendur í teimum má standa fyri teirra rokning, sum skrivað tey hava. Men vit mugu hava í huga, at talan er um eitt upprit frá einum parti í málunum. Alt, sum verður skrivað og sagt í einum máli, sum hesum, eru partsinnlegg í einum stríði og tí sái eg øgiliga stóran iva um uppritið.

Hann heldur eisini, at tað er ófatiliga óheppið og óhoyrt at slík upprit verða skrivað fleiri dagar eftir eina hending og at tey harafturat verða útflýggja fjølmiðlunum við navngivnum starvsfólkum.

Vit vístu eisini Høgna Hoydal á, at Marjun Hanusardóttir er landsins hægsta embætisfólk og um vit ikki skulu kunna hava álit á tí, sum hon skrivar?

- Eg skilji væl, at tað er øgiliga stórt trúvirði í løgmansembætinum og løgmansstjóranum aftur ímóti einum frákoyrdum landsstýrismanni, sum nú er úthongdur.

- Men í einum slíkum máli, har løgmansstjórin er partur í einum stríði, skal tað, hon skrivar, tulkast sum ein partur í tí stríðnum. Hetta er hennara útlegging, men eg haldi, at tað er óhoyrt, at hetta skal brúkast sum um at eg havi givið tænastuboð um innbrot, sigur Høgni Hoydal.