Høgni skiftir felag

Høgni Madsen hevur nú skrivað undir sáttmála við Þróttur Vogum, sum spælir í triðbestu íslendsku deildini. Seinasta árið hevur hann spælt við Fram í næstbestu deildini í Íslandi.

 

Høgni Madsen gavst brádliga fyribils við fótbóltinum í 2016. Hann spældi tá við NSÍ. Í januar í ár royndarvandi hann við Fram og fekk sáttmála við tær. Hann hevur spælt 16 dystir við Fram í ár.

 

Høgni Madsen hevur spælt í Føroyum alla sína fótbóltsyrkisleið fram til í fjør. Hann spældi sín fyrsta skrásetta dyst fyri 2. deild hjá ÍF í 2001.

 

Síðani tá hevur hann spælt 268 dystir í Effo-deildini, tann fyrsta 1. septembur 2002, tá hann við GÍ vann 3-0 móti TB. Hann hevur síðani spælt fyri ÍF, KÍ, NSÍ, EB/Streym, FC Suðuroy og B36 í Effodeildini. Hann hevur skorað 14 mál hesar 268 dystirnar.

 

Hann hevur eisini spælt 30 steypadystir, 5 Europa League dystir og tríggjar Intertoto Cup dystir. Hann hevur tríggjar ferðir umboðað A-landsliðið. Tað var í vinardystinum móti Estlandi í juni 2006, sum Føroyar taptu 4-3, vinardystin móti Portugal í august sama ár, sum Føroyar taptu 5-0, og so vinardystin móti Teilandi í februar 2013, sum Føroyar taptu 2-0.