? Hví verða Føroyar í svari frá danska innanríkis- og heilsumálaráðharranum til ein fólkatingslim lýstar sum eitt »bopælsamt«?
Hetta vil Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hava at vita. Tí hevur hann sett Birgit Kleis, ríkisumboðskonu, ein fyrispurning, sum hon skal svara í løgtinginum.
Høgni Hoydal spyr eisini, um Føroyar á donskum ráðharrastovum verða lýstar og viðgjørdar sum eitt amt í Danmark ? eitt nú tá hagtøl og skrásetingar verða gjørdar.
Orsøkin til fyrispurningin er at finna í einum fyrispurningi hjá Naser Khader, fólkatingsmanni hjá Radikala Vinstraflokkinum, sum rættuliga hevur lagt seg út í føroyska kjakið ? og ikki minst við fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldisflokkinum, sum til í gjár var Tórbjørn Jacobsen.
Høgni Hoydal vísir á, at Naser Khader herfyri setti fram fyrispurning til danska innanríkis- og heilsumálaráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, um hagtøl fyri føroyskar kvinnur, ið fremja fosturtøku í Danmark.
Tingmaðurin vísir á, at Lars Løkke Rasmussen í svarinum m. a. sigur, at »En trækning fra Landspatientregistret viser således, at der i den fire-årige periode 1999-2002 kun var én kvinde med bopælsamt på Færøerne, som fik foretaget abort i Danmark.«
Hesi orð eru fallin Høgna Hoydal fyri bróstið.
? Danski ráðharrin lýsir sostatt Føroyar sum eitt »bopælsamt« og vísir til Landspatientregisteret. Hetta tykist margháttligt, tí hóast ósemjur um ríkisrættarligu støðu Føroya, so hava føroyingar flestir helst havt ta fatan, at danskir myndugleikar ikki longur lýsa Føroyar sum eitt amt millum hini í Danmark. Neyvan hevur nakar heldur roknað við, at Føroyar í donskum hagtølum og skrásetingum verða viðgjørdar sum eitt amt, sigur Høgni Hoydal.
Tí spyr hann í fyrsta lagi, hví Føroyar í svarinum frá Lars Løkke Rasmussen verða lýstar sum eitt amt.
Og í øðrum lagi spyr hann, um hetta bert er eitt einstakt dømi, ella um tað er vanligt, at Føroyar verða viðgjørdar sum eitt av donsku amtunum hjá donskum ráðharrastovum og myndugleikum.
? Eg vil t. d. hava at vita, um Føroyar í donskum skrásetingum og hagtølum verða viðgjørdar sum eitt amt og samanbornar við donsku amtini á hesum grundarlagi, sigur Høgni Hoydal.