Miðalprísurin fyri eini sethús í Havn er í løtuni 2,7 milliónir krónur. Fyri at keypa hesi húsini krevst ein bruttoinntøka á einar 900.000 krónur fyri húskið; tó eru krøvini nakað lægri, um tú hevur eginfígging. Hetta ber við sær, at tað ikki eru øll , sumfáa verið við. Vit hava tosað við Sóley Hansen, kundaráðgeva í BankNordik.
Sóley Hansen sigur, at um tú t.d. ynskir at keypa eitt hús fyri 2,7 milliónir krónur og onga eginfígging hevur, skal árliga bruttoinntøkan hjá húskinum helst vera uml. 900.000 krónur. Hevur tú nakað av eginfígging, so er kravið til inntøku nakað lægri.
- Tosa vit so um eina familju, sum júst er liðug at lesa, so er tað rættiliga vanligt, at tey lítla ella onga samansparing hava. Summi hava kanska keypt og selt íbúð í uttanlands og hava tí uppsparing við sær, og onnur fáa kanska hjálp frá familjuni.
Hon sigur, at nógv av teimum, sum nú leita eftir húsum, eru fólk við góðari inntøku, sum eru flutt til Føroya. Tey hava lisið uttanlands og hava nú fingið starv í Føroyum. Fleiri hava leigað eina lítla íbúð undir lesnaðinum, og nú ynskja tey at seta føtur undir egið borð.
Vit hava eisini tosað við Káru á Dunga, stjóra í INNI, um sethúsaprísin. Búskaparráðið hevur eisini viðmerkt høgu sethúsaprísirnar, og vit hava tosað við Ester Hansen, búskaparfrøðing, um hví sethúsaprísirnir eru vorðnir so høgir.
Og sum rosinan í pylsuendanum hava vit eitt nýtt kort frá Tórshavnar kommunu, sum vísir, hvar kommunan ætlar at útstykkja grundstykkir fram til 2030.