Í morgun hevur verið eykaaðalfundur í partafelagnum Posta. Nýgg í nevndini eru Hákun Steingrímsson, Reidar Nónfjall og Aibritt á Plógv.
Úr nevndini fóru Peter Holm og Tummas Hanus Dam. Nevndin hevur skipað seg við Hákuni Steingrímssyni sum formanni og Brynhild Setberg sum næstformanni, Reidar Nónfjall og Aibritt á Plógv eru nevndarlimir, starvsfólkavaldu umboðini eru Áslak Tausen og Jens Peder Jensen.
Samlaða úrslitið eftir skatt hjá felagnum fyri 2010 var eitt hall á 4,9 mió. kr móti einum halli á 8,0 mió. kr árið fyri.
Postverk Føroyar sigur í tíðindaskrivi, at ársúrslitið hjá Posta í 2010 er ikki nøktandi, men eitt stig á røttu leiðini. Hallið fyri 2010 skal síggjast í ljósinum á einum halli, sum var nærum tvífalt so stórt í 2009 og sum við øktari áherðslu á sølu umframt ávísum effektiviseringum vónandi verður enn minni og kanska heilt burturi í 2011.