Hósdagin byrja framsýningarnar hjá Støkk

Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 26., 28. og 29. mars. Hóskvøldið 26. mars kl. 18 verður framsýning við børnum undir skúlaaldur, meðan leygardagin og sunnudagin, báðar dagar kl. 15, eru hini liðini eitt sindur meira blandað. Á heimasíðuni www.stokk.net sæst hvønn dag hvørji lið vísa fram.

 

Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, vanligu liðini 1. -10. flokk, kvinnur, blandað lið við kvinnum og monnum, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Undir framsýningin verða merki og ídnisprógv handað.

 

Allar dagarnar verður skipað fyri páskareggjatombola. Eisini kann kaffi og okkurt afturvið keypast úti í gongini. Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma undan framsýningini.