Høvdu ítróttardag á Eiði

Svanur skipaði um vikuskiftið fyri Eik-Cup í Borðtennis og boccia

Ítróttur

 

Byrjað var við einum breyðbita, og síðan setti Súrður Skaale dagin við eini góðari og rámandi røðu. Eftir hetta var tað eisini Sjúrður Skaale, sum stílaði fyri upphitingini til kappingarnar.

Tann fyrsta kappingin var ein royndarkapping millum Sjúrður Skaale og Elvin Weihe.

Umleið 34 luttakarar úr øllum landinum høvdu teknað seg til kappingarnar.

Boccia kappingin varð deild sundur í tvey. Onnur kappingin var fyri tey menningartarnaðu og hin fyri tey rørslutarðnaðu. Tað vóru spennandi kappingar, og tað leikaði mangan javnt á, men tað eydnaðist tó at finna vinnarar í báðum kappingunum.

Eftir bocciakappingarnar var borðtennis á skránni, og eisini tá varð kappingin hørð.

Eftir tær báðar kappingarnar, varð skipað fyri togtogan og eggja-renning, har luttakarar og hjálparfólk kappaðust. Áðrenn endað varð við kaffi, the og køkum, bleiv tjóðsangurin sungin.

Fyrireikarnir eru væl nøgdir við dagin, og vóna, at hettar kann verða ein árlig endurtøka.

 

Úrslitini (Í kassa fyri seg)

Boccia fyri menningartarnað

1 Jan Lindberg

2 Jógvan Brøðraberg

3 Jógvan av Vollanum

 

Boccia fyri rørslutarnað

1 Dánjal Jákup Djurhus

2 Martin K. Kristiansen

3 John Heri Johansen

 

Borðtennis

1 Júst í Túni

2 Elvin Weihe

3 Teodor Esmar Hansen