Nýggjar kanningar vísa, at heimshøvini fara at fløða væl skjótari, enn vísindin hevur hildið Nýggjar rannsóknir vísa, at heimshøvini fara at fløða munandi meiri enn hildið, tí ísurin í Grønlandi og á Antarktis bráðnar.
Tær fyrstu forsagnirnar vístu, at heimshøvini fara at fløða einar 30 centimetrar ta næstu øldina, men sambært teimum seinastu kanningunum fara heimshøvini at fløða munandi fyrr enn mett.
Dorthe Dahl Jensen, granskari á Niels Bohr Instituttet, sigur við Ritzau, at vísindafólk eru ovfarin av teimum nýggju kanningarúrslitunum, sum vísa, at heimshøvini fara at fløða bæði meiri og skjótari, enn vísindin higartil hevur hildið.
Tað nýggja kanningarúrslitið verður lagt fram á ráðstevnu í norska býnum Tromsø í morgin.