H71 - Neistin 31-29 (13-14)
H71 var stórur favorittur í fyrsta umfarinum av Okkaradeildini hetta kappingarárið.
Men Neistin legði einki í hetta og legði seg á odda 8-3 tíðliga í dystinum. H71 tók time-out og skifti nakrar av royndaru leikarunum inn. Hetta bragdaði og støðan gjørdist 8-7 áðrenn dysturin gjørdist púra javnur, tað ið restaði í av honum.
Um miðjan fyrra hálvleik fingu neistamenn og hondbóltsføroyar ein hvøkk.
Tróndur Kragesteen leyp á, var takklaður í luftini og tóktist at lenda illa á vinstra alboga. Høllin helt ondini, meðan Neistaímyndin fór av vøllinum í øgiligari pínu, og sjúkrabilur var boðsendur. Sigmundur Dahl fekk beinleiðis reytt kort fyri takklingina.
Men Neistin misti ikki móti av hesum og var eisini á odda 14-13 í hálvleikinum. Um miðjan seinna hálvleik hevði H71 hug at renna undan, men Neistamenn loyvdu hesum ikki. Rasmus Søby høgdi eitt skot fyri og annað eftir heilt upp í málhornini og fekk góðan stuðul av eitt nú Tróndi Mikkelsen og Dánjali Ragnarssyni. Hjá H71 var nógv ábyrgd latin í hendurnar av Eliasi E. á Skipagøtu, ið hevði sera gott samstarv við Pætur Mikkjalsson.
Dysturin var avgjørdur í seinastu tveimum minuttunum. Eftir skjótálop økti Vilhelm Poulsen upp í 29-27, Rune Olsen stríddi ein returbólt í málið til 29-28 áðrenn Elias á Skipagøtu setti brotskast í netið til 30-28. Neistin tók time-out við 39 sekundum eftir og Johannes Bjørgvin minkaði um munin tíggju sekund seinni. Neistin mátti lovað H71 til møguleika og vóna tað besta. Peter Krogh fekk møguleikan á vinstra vongi, og hann avgjørdi dystin til 31-29.
H71 vann tískil fyrsta dystin í Okkarakappingini, men nú vera spurningar reistir um hoyvíkingar veruliga eru so stórir favorittar sum teir vóru undan kappingarbyrjan