Kyndil tapti mikukvøldið tepurt fyri VÍF, og um vikuskiftið taptu teir grønu úr Havn aftur. H71 bladar seg í oddin, og sigurin merkir, at hoyvíkingar bara eru eitt stig frá fyrsta plássinum.
Liðini fylgdust fyrstu sjey minuttirnar, tá støðan var 5-5. Síðani fekk H71 trý mál upp í slag, og misti ongantíð leiðsluna aftur.
Liðini skiftust um at skora. Fyrst kom H71 upp á 11-7, men so svaraði Kyndil aftur og fekk trý mál upp í slag. Soleiðis gekk fram til hálvleik, tá støða var 16-13 til H71.
Kyndil fekk fýra útvísingar fyrstu 13 minuttirnar í seinna hálvleiki. Hetta var ein av orsøkunum til, at H71 økti um leiðsluna. Tá eitt korter restaði í, var H71 á odda 26-17.
Eftir hetta kom Kyndil veruliga fyri seg, og skoraði sjey av teimum næstu átta málunum. Men eitt brent brotskast steðgaði upptúrinum. H71 helt fast um leiðsluna og vann 31-25.
Dysturin í tølum:
H71 – Kyndil 31-25 (16-13)
H71: Bogi G. Davidsen 7, Rógvi Sørensen 6, Bogdan Florea 6, Sidmundur Nolsøe 5, Niels Viggo Niclassen 3, Rúni Højgaard 2, Poul Kjartan Dam 2
Kyndil: Birgir Poulsen 7, Ludvík Súnason 4, Andrias Sólsker 4, Finnur Hansson 3, Josef Abrahamsen 3, Hørður F. Sigtórsson 3, Frank Askildsen 1