H71 vann málverjudystin móti Kyndli

Málverjarnir í hvør sínum enda vóru avgerandi fyri at dysturin millum Kyndil og H71 endaði 17-18

Okkaradeildin: Kyndil - H71 17-18 (7-11)

 

H71 leitaði eftir fyrstu stigunum í ár, meðan Kyndil skuldi halda fram eftir eina góðkenda byrjan.

Kyndil hevði longu prógvað at teir hava sterka verju og málverjar, men hoyvíkingar høvdu ikki víst nakað slíkt í sínum fyrsta dysti, har ið liðið var fyri stórtapi í Kollafirði.

 

Ì dag sást tó alt fyri eitt, at talan fór at vera um ein málfátækan dyst. Eftir sjey minuttir var støðan bert 1-1, eftir at serliga teir báðir ungu málverjarnir, Hørður Trygvason hjá H71 og Tórður Guttesen hjá Kyndli, bjargaði nærum øllum møguleikum.

 

Leikferðin var heldur ikki nakað at reypa av, so at góðu verjuavrikini sjáldan førdu skjótálop við sær.

Um miðan fyrra hálvleik eydnaðist tað tó álopinum hjá H71 at fáa eitt lítið hol á, og í seinastu løtu av hálvleikinum tóktust kyndlamenn at missa takið, tá ið H71 økti til 7-11, ið gjørdist hálvleiksstøðan.

 

Í seinna hálvleiki fekk Kyndil so við og við etið burtur av leiðsluni. Gjøgnumbrotini í álopunum fóru at rigga, og hetta gav ofta brotskast. Kyndilsmenn munnu iðra seg um, at tvey av hesum vóru brend, tí at hvørt mál hevði ovurstóran týdning móti málverjuavrikinum hjá Hørði Trygvasyni.

 

Í hinum endanum helt Tórður Guttesen eisini fram at stórbjarga, og tað var um reppið at Kyndil fekk javnleik, eftir at støðan hevði verið 15-18 tá ið tveir og ein hálvur minuttur vóru eftir at leika.

Eftir tvey skjót mál hevði Kyndil møguleikan at javna í seinasta álopinum við einum tíggju sekundum eftir, men fyrst varð ikki roynt eftir møguleikanum at senda bóltin í tómt mál, og síðani var bólturin skotin við síðunar av málinum, so at endaliga úrslitið gjørdist 17-18 til H71.

 

Tískil vann H71 fyrstu tvey stigini hetta kappingarárið, meðan Kyndil er á trimum stigum.

H71 fegnast helst um, at verjan reisti seg aftur eftir stórtapi í Kollafirði, men Kyndil iðrar seg helst um at teirra góða verjuavrik í teimum fyrstu dystunum bert hevur givið trý stig av sær. Hetta eftir at liðið bert hevur latið 18, 21 og 18 mál inn í trimum teimum fyrstu dystunum.

 

Málskjúttar hjá Kyndli:

Bartal K. Olsen 3, Jóni G. Viderø 3, Hjalti M. Jacobsen 3, Høgni K. Olsen 3, Rógvi Dal-Christiansen 2, Ólavur av Fløtum Mittún 1, Rókur Akralíð 1, John í Innistovu 1

 

Málskjúttar hjá H71:

Rúni Vest Højgaard 5, Sigmundur Nolsø 4, Vilhelm Poulsen 3, Niklas Hanusarson 2, Pætur Thomsen 1, Brandur Halgirsson 1, Hans Kári Hansen 1, Hørður Trygvason 1