Håkan Ericson og Eli Hentze hava úttikið landsliðið til dystirnar móti Eysturríki og Skotlandi 9. og 12. oktober á Tórsvølli. Í mun til seinast, tá 25 spælarar blivu úttiknir, so verður talan um 23 spælarar hesaferð. Navn er sett á 22 av teimum.
Í stóran mun er talan um gamlar kenningar á landsliðnum, meðan spælarar sum Daniel Johansen, Kaj Leo í Bartalsstovu og John Frederiksen ikki hava fingið afturval. Hørð kapping er um ávís pláss, men í flestu førum er talan um somu spælarar, sum vóru við seinast.
Ivamálið er um Jákup B. Andreasen og Heðin Hansen verða klárir. Ein teirra fær lansliðsboð, men verður hvørgan teirra tøkur til dystirnar, so verður ein nýggjur maður innkallaður.
Hópurin:
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur M. Gestsson, HB
Mattias H. Lamhauge, B36
Verjuspælarar:
Odmar Færø, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds BK (Norra)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes Ulf (Norra)
Heini Vatnsdal, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad Dundalk FC (Írland)
Hørður Askham, HB
Heri Hjalt Mohr, HB
Miðvallarar:
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ
Hallur Hansson
René Shaki Joensen, HB
Petur Knudsen, Lyngby (Danmark)
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne FK (Norra)
Andreas Lava Olsen, Víkingur