Erling Braut Haaland skoraði tvey mál, tá Noreg vann 4-1 á Irak í fyrsta HM-dystinum hjá norðmonnum í 28 ár. Mynd: Peter Cziborra/Reuters.

Haaland: Vit skulu spæla enn betri

Noreg fekk eina góða byrjan upp á fyrsta HM-endaspæl sítt í 28 ár við 4-1 sigri á Irak, men stjørnuálopsspælarin Erling Braut Haaland heldur, at liðið hevur nógv at betra.

Erling Braut Haaland skoraði tvey mál, tá Noreg vann 4-1 á Irak í fyrsta HM-dystinum hjá norðmonnum í 28 ár. Mynd: Peter Cziborra/Reuters.

– Tað er ikki lætt at spæla fyrsta HM-dystin. Tað eru nógvar kenslur og nervar. At vinna 4-1 á einum miðal góðum degi er stórt, men vit mugu spæla uppaftur betri í komandi dystunum, segði Haaland við TV2 Noreg eftir dystin.

 

25 ára gamli álopsleikarin skoraði tvey av norsku málunum.

 

Landsliðsvenjarin Ståle Solbakken var samdur í metingini og helt, at Noreg ikki flutti bóltin nóg skjótt móti vælskipaða irakska liðnum.

 

Noreg, sum vann allar átta dystirnar í HM-undankappingini, skal nú møta Senegal og Fraklandi í bólkaspælinum.

 

Erling Braut Haaland skoraði tvey mál, tá Noreg vann 4-1 á Irak í fyrsta HM-dystinum hjá norðmonnum í 28 ár. Mynd: Peter Cziborra/Reuters.