Í morgun varð kunngjørt nær forsølan til nógv umtalaða sangleikin Hair, byrjar. Nógv fólk vóru samlað á tíðindafundi og hýrurin var frálíkur Sjónleikarar, sangara og dansarar framførdu, talur vóru hildnar og týðandi lyklapersónar stóðu fram, og greiddu frá sínum tilknýti til leikin.
Meginparturin av leikunum eru næmingar á Føroya Studentaskúla, ið eisini frammanundan var kendur fyri frálíku leikirnar Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið og Fame.
Á tíðindafundinum kom fram at Føroya Tele, sum er høvuðsstuðul av álvara kemur at gera vart við leikin. næstum verður Hair-búðmerkið at síggja á teletíðarkortunum, umframt tað verða plakatir og aðrar lýsingar eisini nýttar.
Fyrsta sýning verður í Norðurlandahúsinum 14. novembur. Forsølan byrjar á alnótini, á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo.