Hákun og liðfelagarnir vunnu við 15 málum

Uppgerðin millum liðini hjá Jóhan á Plógv Hansen og Vilhelmi Poulsen endaði við sigri til Flensburg

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin, ið eru í harðari kapprenning við Magdeburg og Melsungen um at vinna týska meistaraheitið spældu í dag triðseinasta dystin í bundesliguni hetta kappingarárið.

 

Á útivølli móti Stuttgart vunnu berlinararnir stórsigur 35-20. Fūchse var frammanfyri 16-12 í steðginum.

 

Hákun skoraði fimm mál upp á sjey málroyndir

 

Füchse Berlin er fremst við 52  stigum. Hóskvøldið klokkan 18 taka Hákun og liðfelagarnir móti Gummersbach í Max Schmelling høllini í Berlin.

 

Seinnapartin var eisini uppgerð millum liðini hjá Jóhan á Plógv Hansen og Vilhelmi Poulsen, Flensburg-Handewitt og Hannover-Burgdorf í Flens Arena í Flensburg. Dysturin endaði við teprum 34-32 (17-16) sigri til Flensburg. 

 

Jóhan skoraði sjey mál upp á níggju málroyndir, og Vilhelm skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir. Báðir vóru noteraðir fyri eitt assist hvør.

 

Flensburg-Handewitt er nummar fimm við 45 stigum. Hannover-Burgdorf er nummar seks við 43 stigum. 

 

Mikukvøldið klokkan 18 taka Vilhelm og liðfelagarnir móti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel í ZAG Arena høllini í Hannover. Somu klokkutíð vitja Jóhan og liðfelagarnir verandi meistararnar, Magdeburg, har Flensburg kann rætta Füchse Berlin eina hjálpandi hond í meistarastríðnum.